2025-08-21 22:37

Mánakvøldið var stovnandi aðalfundur fyri at stovna súkklufelag í Vágum.
Seinastu árini hava fleiri og fleiri fingið áhugað fyri at súkkla, og nú hildu fólk í Vágum at tíð var uppá at fáa stovna eitt felag fyri súkkling í Vágum.
Fleiri súkkluáhugað vóru á stovnandi aðalfundinum hjá Vága súkklufelag, sum var hildin í Miðvági mánakvøldið.
Endamálið hjá Vága súkklufelag er at geva limum fenagsins best møguligu umstøður at súkkla.
Í fyrstu nevnd felagsins eru vald Jóanis Albert Nielsen, Jana Egholm og Per Olesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald