
Eftir róðurin á Vestanstevnu var lagt upp til satt FM-brak á ólavsøku.
Tað var eisini tætt eina løtu - Havnarbáturin helt Klaksvíkingi ein hálvan skut til ein skut aftanfyri seg - men tá komið var nakað innum munin, fór báturin við drekastevninum frá.
Heimafjøldin hoyrdist betri og betri, sum tað gjørdist meira og meira greitt, at FM fór at flyta seg úr Klaksvík til Havnar.
Tá Drekastevnið kom um málið var umleið ein bátslongd og 2,78 sekundir á muni. Fýrverk hoyrdist, sólir sóust, og fagnaðurin var øðiligur.
Fýra-ára sigursrøðin hjá Klaksvíkingi er brotin, og Havnarbáturin hevur vunnið FM fyri fyrstu ferð í 17 ár. Hetta eftir flottan róður í góðveðrinum tíðliga í kvøld.
Myndir og video seinni - øll úrslit síggjast á rsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald