Klokkan 15.00 byrjar oddadysturina Tórsvølli millum HB og NSÍ. HB er fimm stig framamnfyri teir í svørtum og gulum, men tapti 2-0 tá liðini hittust í Runavík í 9. umfari.
Í mun til tann dystin sær HB betri út uttan hendan dystin. Liðið hevur fingið meira hvíld og styrk í millum annað Mikkel Dahl. Minusið í dag er, at Mikkel Frankoch, ið hevur spælt leiklutin sum verjukendur miðvallari (6'ari) sera væl í ár, er úti við vøddaskaða, ið hann fekk í dystinum móti TB á ólavsøku. René Shaki Joensen fór tá út í hálvleikinum og byrjar í dag á bonkinum.
HB (stilla allarhelst upp í 5-3-2/3-5-2): Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Heri Hjalt Mohr Daniel Johansen - Dan í Soylu, Heðin Hansen, Mathias Nygaard - Mikkel Dahl, Hilmar Jakobsen
Bonkur: Jákup Højgaard, René Shaki Joensen, Pætur Petersen, Ási Dam, Kevin Schindler, Øssur Dalbúð, Áki D. Samuelsen
Hjá NSÍ er tað ein stórur smeitur, at Bárður Jógvansson Hansen og Petur Knudsen framvegis eu úti við skaða. At Jóhan Troest Davidsen og nýggi danski miðvallarin, ið kemur úr Superliguni, eru við hesuferð, ger tó at NSÍ sær sterkari út enn í mun til dystin móti KÍ mánakvøldið.
NSÍ (5-3-2/3-5-2): Tórður Thomsen, Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft, Jann J. Benjaminsen - Jesper Flinck Christjansen, Betuel Hansen, Salmundur Bech - Klæmint Andrasson Olsen, Steffan Abrahamsson Løkin
Bonkur: Karstin Hansen, Búi Egilsson, Jann Martin Mortensen, Hans Marius Davidsen, Mórits Heini Mortensen, Pætur Skipanes, Aron Knudsen
Fylg við gongdini í dystinum og øllum hinum á forsíðuni á Portalinum.
Fótbóltur
HB - NSÍ: Byrjanaruppstillingarnar
Hjá oddaliðnum er Mikkel Frankoch úti við skaða, og Rene Shaki byrjar á bonkinum. Jóhan Troest er við aftur hjá NSÍ, og Jesper Christjansen fær sín fyrsta dyst í føroyskum fótbólti.
Mikkel Frankoch hevur spælt í øllum dystunum hjá HB men varð skaddur í ólavsøkudystinum móti TB (Mynd: Sverri Egholm)
2020-08-02 14:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald