Fótbóltur

HB fær styrk frá U21-landsliðsleikara

Hálvi føroyingurin Mads Boe Mikkelsen skal hjálpa oddaliðnum á framrættaðu plássunum.

Mads Boe Mikkelsen (Mynd: HB)

Mads Boe Mikkelsen (Mynd: HB)

2020-06-22 09:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit hava í dag gjørt sáttmála við 20-ára gamla miðvallaran, Mads Boe Mikkelsen. Hann hevur umboða Danmark á U17- og U18-landsliðnum, og Føroyar á U21-landsliðnum. Mads hevur føroyska mammu, og tí kann hann umboða Føroyar í landsliðshøpi.

Tað kunngerð oddaliðið í Betri deildini, HB, á heimasíðu sínari í dag.

HB skrivar, at hann kann spæla á flestu framrættaðu plássunum, og hevur spælt í Superliguni við Vendsyssel.

– Mads er ein ungur spælari, sum enn hevur sítt endaliga gjøgnumbrot til góðar. Hann hevði nøkur góð avrik, men var óheppin við nøkrum smærri skaðum. Og tá hann nú bleiv tøkur á marknaðinum, samdust vit báðir skjótt um at taka samstarvið upp av nýggjum, skrivar felagið.

Størsta partin av síni fótbóltuppaling hevur hann fingið í AGF, undir leiðslu av núverandi U19-venjararanum hjá Borussia Dortmund, og fyrrverandi hjálparvenjara hjá Berthel, Mike Tullberg. Tað var eisini hann, ið mælti Berthel til at fáa hann til Vendsyssel av fyrstan tíð.

– Hann er ein spælari sum er dugnaligur í teimum smáu økjunum, og kann seta sín beinleiðis mótstøðumann av við nógvari ferð. Bæði við og uttan bólt. Harumframt hevur hann høga og intensa renniorku, sum ger at hansara eginleikar passa væl til okkara ágangandi spælistíl, sigur Berthel.

Sáttmálin millum partarnar er galdandi til og við kappingarárið 2021.

HB spælir klokkan 20 í kvøld móti NSÍ í Runavík.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder