Fótbóltur

HB fingið nýggjan kropsligan venjara

HB misti fysiska venjaran til danska felagið HB Køge, men fann nýggjan í FC Nordsjælland.

Petter Skotsletten (t.v.) saman við Páll Mohr Joensen, formanni í HB (Mynd: hb.fo)

Petter Skotsletten (t.v.) saman við Páll Mohr Joensen, formanni í HB (Mynd: hb.fo)

2022-08-10 12:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Havnar Bóltfelag hevur í dag gjørt avtalu við 29 ára gamla norðmannin, Petter Skogsletten, sum verður nýggjur kropsligur venjari hjá besta liðnum.

Skogsletten kemur úr einum starvi í danska stórfelagnum, FC Nordsjælland.

HB mátti út at leita eftir nýggjum fysiskum venjara, tá danin Helmand Hamid, gavst í felagnum eftir at hava tikið við einum øðrum starvi í Danmark. Tað var eitt annað HB-felag, nevniliga HB Køge, sum ynskti Helmand við í sín venjarahóp.

Helmand kom til Havnar Bóltfelag undan kappingarbyrjan í fjør.

– Tað hevur verið bæði spennandi og mennandi at flyta til eitt nýtt land, og at sleppa at arbeiða í einum felag sum HB. Men ævintýrið steðgaði fyrr enn ætlað, nú tað stóð mær í boði, at taka við starvinum sum kropsligur venjari í ungdómsdeildini hjá HB Køge, har vit eisini koma nærri familjuni, sigur Helmand við heimasíðuna hb.fo.

Eftir at Helmand gavst, varð beinanvegin farið at leita eftir avloysara, og funnið varð fram til 29- ára gamla Petter Skogsletten hjá FC Nordsjælland, sum varð sinnaður at byrja í Føroyum upp á stutt skotbrá.

Hóast sín unga aldur, er talan um ein royndan mann. Áðrenn FC Nordsjælland, var Petter partur av venjaratoyminum hjá norska meistaraliðnum Bodø/Glimt.

– Hetta er eitt spennandi og ambitiøst felag, og eftir nakrar samrøður við Dali (høvuðsvenjarin hjá HB, -red), var eg ikki í iva um, at hetta var tað rætta fyri meg. Og so dregur tað eisini, at sleppa at royna seg í í einum nýggjum landi við einari aðrari mentan, sigur Petter í samrøðu við heimasíðuna hjá HB.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder