
HB fekk bert tann eina dystin í Evropa í ár. Hetta er greitt, eftir at norðurírsku steypavinnararnir vunnu 1-0 á oddaliðnum í Betrideildini á The Oval í kvøld.
Grasvøllurin í norðurírska høvuðsstaðnum var merktur av nógvum regni - serliga í einum horni, og veðrið bleiv ikki betri sum dysturin leið. HB flutti bóltin betri enn Glentoran, men kom til fáar veruliga málmøguleikar og dysturin var heldur rótutur.
Einsamalla málið kom í 42. minutti. HB fekk ikki ruddað burtur eftir ein langan bólt, ið síðani varð lagdur inn í brotstein, har Robbie McDaid heilfluktaði bóltin væl framvið Teiti Gestssyni.
Jens Berthel Askou setti í hálvleikinum Adrian Justinussen inn, og seinni René Shaki á høgra bakk og Mads Mikkelsen kom eisini á vøllin. HB royndi at leggja eitt trýst, men kom ímóti endanum ikki nærri enn eitt Adrian-skot av brotsteigarmarkinum, ið varð blokerað.
Glentoran vildi ikki nógv áloksent í 2. hálvleiki og koyrdi sigurin heim. HB skal nú aftur hava fokus á heimligu kappingina, har FM-heitið er í havsbrúnni.
Europa League undanumfar - The Oval, Belfast - 20.08
Glentoran - HB 1-0 (1-0)
42' Robbie McDaid
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald