Fótbóltur

HB hevur aftur møguleikan at fara frá hinum

Talan er fyrsta útidyst hjá HB í ár móti topp-fimm liði. Hjá NSÍ snýr tað seg um at royna at hála inn á heimaliðið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-22 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í 9. umfari, og samstundis seinasti dysturin í fyrsta triðinginum, er ein stórdystur. Tað er NSÍ, ið fimm stig aftanfyri HB, ið tekur ímóti oddaliðnum.

B36 og KÍ vunnu í gjár. Harvið er í løtuni ikki nógvur munur á liðnum í topp-fýra, og um HB ikki vinnur í Runavík í kvøld fer tað av álvara at vera tætt eftir fyrsta triðingin; serliga um NSÍ vinnur.

[object Object]
NSÍ spældi javnleik móti B36 í seinasta umfari (Mynd: Sverri Egholm)

Runavíkingar hava framvegis ikki vunnið á einum liðið sum liggur í ovaru hálvu. Javnleikirnir í Klaksvík og í Gundadali hava tó verið kærkomnir, og í teimum dystunum hevur NSÍ verið við undirlutan. Nú kemur møguleikin á heimavølli, men tað er ósigraða oddaliðið, ið vitjar.

HB vann teir fyrstu sjey dystirnar og spældi síðani javnleik móti KÍ í undirhaldandi dysti í Gundadali í 8.umfari (mikukvøldið) HB hevur spælt við einum smølum hópi í seinastuni, og 16-ára gamli Samuel Johansen Ckukwudi var í miðverjuni seinasti. Heðin Hansen og Delphin Tshiembe hava framvegis trupulleikar og eru framvegis ivasamir. René Shaki Joensen noyddist út móti KÍ. Leikhátturin hjá Jens Berthel Askou hevur eydnast sera væl, og hóast leikararnir eru heldur "slitnir" í løtuni, verður tað heilt víst eitt ágangandi HB-lið, ið verður at síggja við Løkin í kvøld, har møguleikin verður at av álvara seta seg á kappingina.

[object Object]
René í dystinum móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Glenn Ståhl skal royna at finna røttu loysnina á sentrala miðvøllinum, og NSÍ skal royna at seta seg meira at spælið enn í undanfarnu oddadystinum, har liðið í nógvum løtum hevur verið undir stórum trýsti. Seinast saknaði NSÍ verjuleikaran Jákup Jacobsen, ið er ivasamur. Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen skulu hótta verjupartin hjá HB, nú møguleikin er at koma tættari uppá HB.

Vit verða við Løkin í kvøld, har vit dagføra frá dystinum og hava myndir frá honum. Aftaná taka vit samanum og gera samrøður.

9. umfar í Betrideildini
Mánadagin 22. juni: 
(20.00): NSÍ - HB

Í gjár: 

EB/Streymur - Víkingur 0-2 (0-0)
84' Ari Olsen 0-1
89' Jákup Johansen 0-2

Myndir: EB/Streymur - Víkingur

KÍ - Skála 3-0 (2-0)
9' Jákup Biskopstø Andreasen 1-0
41' Patrik Johannesen 2-0
46' Páll Klettskarð 3-0

ÍF - B36 0-3 (0-1)
39' Sebastian Pingel 0-1
84' Brian Jakobsen  0-2
90' Meinhard E. Olsen 0-3

Myndir: ÍF - B36

TB - AB 1-1 (1-1)
15' Nikolei Johannesen 1-0
38' Sjálvmál

Støðan: 
1. HB (22 stig) *
2. KÍ (20 stig)
3. B36 (19 stig) 
4. NSÍ (17 stig) *
5. Víkingur (14 stig) 
6. ÍF (13 stig)
7. EB/Streymur (7 stig) 
9. TB (6 stig)
8. AB (4 stig) 
10. Skála (1 stig)

*Ein dyst færri



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder