Fótbóltur

HB hevur gott tak á KÍ

Seinastu árini hevur í høvuðsheitinum verið talan um sera javnar dystir millum arvafíggindarnar, men HB hevur bert tapt ein av sínum seinastu sjey dystum í Klaksvík. Í kvøld hittast liðini har til oddadyst.

Dan í Soylu og Teitur Matras Gestsson fegnast í Klaksvík í steypadystinum fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Dan í Soylu og Teitur Matras Gestsson fegnast í Klaksvík í steypadystinum fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-12 11:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á Summarfestivalinum 2018 var bakandi sól og lagt var upp til eitt veruligt oddabrak, tá KÍ og HB hittust í enn einum klassikara. Tað var 18. umfar, og KÍ var fimm stig aftanfyri oddaliðið HB. Dysturin hevði harvið sera stóran týdning fyri oddastríðið. HB skoraði einasta málið í dystinum, Ari Mohr Olsen var málskjútti, Kí kom ongantíð heilt fyri seg aftur í kappingarárinum, og eitt sindur meira enn ein mánað seinni tryggjaði HB sær FM við sigri í Klaksvík.

[object Object]
Teitur Gestsson bjargar brotssparki í brotssparkskappingini fyrr í ár. Teitur hevur nýtt eitt ótal av tímum á plenuni í Klaksvík sum drongur (Mynd: Sverri Egholm)

Støðan í dag er líknandi. Tað verður dystur nummar 18 hjá HB og KÍ og í ár, og teir reyð-svørtu eru fimm stig frammanfyri teir í bláum og hvítum.  

Seinastu dystirnir millum liðini:

September 2017: 
KÍ - HB 0-0

2018: 
HB  - KÍ 0-3
KÍ - HB 0-1
KÍ - HB 1-2

2019: 
KÍ - HB 0-0
HB - KÍ 4-1
HB - KÍ 1-1 (Fyrra hálvfinala í steypakappingini)
KÍ - HB 0-1 (Seinna hálvfinala í steypakappingini)
KÍ - HB 3-1

2020:
HB - KÍ 3-3
KÍ - HB 1-1 - HB víðari eftir brotssparkskapping (Áttandapartsfinala í steypakappingini)


Samanlagt: 
11 dystir

Fimm sigrar til HB
Fýra javnleikir 
Tveir sigrar til KÍ

Sjey av hesum dystunum eru leiktir i Klaksvík. Seinast arvafíggindarnir hittust har í landskappingini, 1. september í fjør, vann KÍ 3-1, og hetta var sera týdningarmikið í FM-stríðnum. Men bæði í ár og í fjør hevur HB knúst KÍ-hjørtuni í dramatiskum steypadystum við Djúpumýru. Umframt teir báðir omanfyri nevndu dystirnar í 2018, hava liðini spælt tveir keðiligar málleysar javnleikir í Klaksvík seinnu árini. 

Fyrsta bríksl í kvøld verður klokkan 18.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder