Fótbóltur

HB hevur nærum tryggjað evropeiska plássið

Eydnaðist at taka trý stig við úr Streymnesi eftir brotssparksmál. Samstundis spældi B36 javnleik móti Skála - har úiliðið eina løtu var á odda 3-1, men har Bartal Páll Klein tryggjaði stig.

Síðani 3-0 sigurin hjá HB á B36 21. juni er nógv hent - eftir fyrsta stóra triðingin var B36 langt frammanfyri grannarnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Síðani 3-0 sigurin hjá HB á B36 21. juni er nógv hent - eftir fyrsta stóra triðingin var B36 langt frammanfyri grannarnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-18 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FM-stríðið varð so at siga avgjørt seinnapartin, og soleiðis varð eisini við stríðnum um seinasta evropeiska plássið.

Tað hevur staðið millum HB og B36, og nú tvey umfør eru eftir, eru fimm stig á muni. Munurin øktiskt við úrslitunum í dag.

HB spældi í nógva vindinum við Margári og vann 1-0. Málið kom eftir brotsspark í 19. minutti, sum Heini Fossdalsá Sørensen umsetti til mál. Harvið kom HB aftur á sigurskós eftir tapið fyri KÍ síðstu viku - liðið hevur undir Lukaszi Cieslewicz vunnið 29 stig í 12 dystum.

B36 hevur havt munandi verri gongd síðani, og í dag misti liðið eitt fet á heimavølli móti Skála - dysturin varð fluttur á Tórsvøl vegna vánaligar umstøður við graslíkinum á Ovara vølli. B36 legði seg annars á odda fyri stegðin, men Skála setti seg meira og meira á dystin og innan eina løtu á tíggju minuttir skoraði útiliðið tríggjar ferðir.

Skála var á veg ímóti at so at siga tryggja sæti í deildini, men B36 svaraði væl aftur: Tvær ferðir sló Bartal Páll Klein til . Tað var eisini nær við, at heimaliðið kundi skorað til 4-3, men Markus Hellisdal kom spurtandi uppá pláss og kastaði seg fyri. Miðverjin hevði eisini skorað brotsspark móti barndómsfelagnum, sum nú skal vinna báðar sínar dystir (KÍ og HB). Samstundis kann HB mest sannlíkt fáa naka stig: Fimm stig og átta mál skilja nú liðini.

Úrslitini við Margáir og á Tórsvølli høvdu eisini við sær, at Skála kom eitt stig nærri EB/Streymi. 07 Vestur og niðurflytingarstrikan standa í stað eftir dystin í Runavík, og harvið hava Skála og EB/Streymur ávikavist tvey og fýra stig niður til strikuna. Hesi hittast í seinasta umfari - men vilja gjarna einki hava at spæla fyri tá.

25. umfar í Meistaradeildini
Í dag, sunnudagin 18. oktober

EB/Streymur - HB 0-1 (0-1)
19' Heini Fossdalsá Sørensen, br 0-1

Meira um dystin her

B36 - Skála 3-3 (1-0)
13' Jógvan Kárason Gullfoss 1-0
57' Sebastian Slettegaard 1-1
61' Markus Helldal, br. 1-2
66' Martin Johansen 1-3
76' Bartal Páll Klein 2-3 
85' Bartal Páll Klein 3-3

Meira um dystin her

NSÍ - 07 Vestur 1-0 (0-0)
83' Aron Knudsen 1-0

Meira um dystin her

KÍ - B68
 0-1 (0-1)
17' Sebastian Lau Nielsen, br. 0-1

Meira um dystin her

Sí eisini: B68 helt lív í vónini við at skaka KÍ - NSÍ er nú eitt stig frá FM

17.15:  Víkingur - AB (0-1) - Beinleiðis á FM1 og til ber at fylgja gongdini á Portalinum


Klokkan 19.30 verður tikið samanum í sendingini 3. Hálvleikur

Lurta eftir FM1 her


Støðan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder