Fótbóltur

HB-kvinnurnar í góðum stima

Við javnleiki móti KÍ og sannførandi sigri móti ÍVB, hevur HB vind í seglunum undan seinastu dystunum í landskappingini.

(Mynd: Jógvan Óli Kristiansen / FSF)

(Mynd: Jógvan Óli Kristiansen / FSF)

2020-10-05 21:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Dystirnir eru tættir í Betri Deildini hjá kvinnum um dagarnar, bæði leikliga og tá hugsað verður um hvílitíðina millum dystirnar. Leygardagin varð fult umfar á skránni, og úrslitini gjørdust hesi.

ÍVB – HB 2-4
Tað gjørdist ein sannførandi sigur til gestirnar, tá HB vitjaði ÍVB í Fuglafirði. Liðini hava spælt javnar dystir sínamillum fyrr í ár, men hesaferð var HB omaná tað mesta av tíðini. Tað var tí uppiborið, tá Kára Djurhuus legði gestirnar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og Jónva Hentze bert fáar minuttir seinni økti um leiðsluna til 2-0.

ÍVB megnaði tó at svara aftur stutt fyri hálvleik, tá 15 ára gamla Rakul Sørensen skoraði sítt fyrsta mál í Betri Deildini. Tað tóktist tí gjørligt hjá ÍVB at koma afturíaftur eftir steðgin, men seinni hálvleikur var bert átta minuttir gamal, tá HB køvdi tí møguleikanum. 

Við tveimum skjótum málum frá Juliu Naomi Mortensen og Káru Djurhuus tryggjaðu havnarkvinnur sær tá sigurin, og sjálvt um Hanna I. Højgaard kundi pynta um úrslitið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, vann HB sær trý týdningarmikil stig í medaljustríðnum. Tær liggja nú á triðja plássi og hava ein heimadyst eftir ímóti ÍVB, áðrenn tær í seinasta leikumfari taka ímóti EBS/Skála á heimavølli.

B36 – NSÍ 1-0
Hitt havnaliðið, B36, fekk eina flúgvandi byrjan á nýggja graslíkinum á ovara vølli, tá tær vunnu móti NSÍ. Sigursmálið kom longu í áttanda minuttti, tá Hanna Jacobsen kom at standa væl fyri í brotsteignum eftir hornaspark. Hon var ivaleys frammanfyri málið, og skoraði sítt fyrsta mál í ár.

NSÍ hevði nakrar hálvar og heilar møguleikar fyri at javna gjøgnum dystin, men møguleikarnir hjá B36 fyri at økja um leiðsluna mundu vera minst líka stórir. Hvørgan av liðunum fingu tó meira burturúr, men við sigrinum livir B36 víðari í meldajuvónini. Tær eru bert eitt stig frá triðja plássinum og hava spælt ein dyst færri enn grannarnir úr HB.

EBS/Skála – KÍ 1-2
Á Skála hevði unga felagsliðið úr at gera við at standa ímóti áhaldandi trýsti, tá meistararnir úr KÍ vitjaðu har. Tær kongabláu vóru greitt omaná størsta partin av dystinum, men manglandi neyvleiki og Anna S. Hansen í EBS/Skála málinum forðaðu teimum ferð eftir ferð í at leggja seg á odda.

Ístaðin var tað heimaliðið, sum loypti hvøkk á gestirnar seint í fyrra hálvleiki. Eitt miseydnað útspæl frá Óluvu Joensen í KÍ málinum fór beint fyri føturnar á Sáru Magnussen, sum hegnisliga skjeyt bóltin í málið til 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. 

Í seinna hálvleiki helt KÍ á at trýsta, og tað gav úrslit í 53. minutti, tá Malena Josephsen varð spæld frí miðskeiðis á EBS/Skála hálvuni. Hagani kundi hon reka frá øllum og javna til 1-1. Tað var tó greitt, at javnleikurin ikki nøktaði tørvin hjá oddaliðnum, og tær fingu eisini fulla úrtøku, tá Sanna Svarvadal skoraði sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Úrslitið broytir ikki nakað á stigatalvuni, men er tó ein staðfesting av, at munurin millum oddaliðið og botnliðið als ikki er so stórur á vøllinum, sum hann kann tykjast á stigatalvuni.

Tveir dystir eru á skránni aftur longu í annaðkvøld, tá tekur HB ímóti ÍVB, meðan NSÍ og B36 spæla við Løkin í Runavík.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder