Fótbóltur

HB leingir við Teit og Bartal

Oddaliðið leingir við fleiri leikarar.

Teitur Gestsson (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Teitur Gestsson (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-08-13 21:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Oddaliðið hevur seinastu dagarnar longt fyri fleiri av sínum leikarum. Felagið boðar í kvøld frá, at sáttmálarnir við málverjan Teit Matras Gestsson og miðverjan Bartal Wardum eru longdir fyri 2019.

Leygardagin boðaði HB frá, at Magnus Egilsson og Jógvan Andrias Skeel Nolsøe hava longt sínar sáttmálar fyri 2019.

HB liggur í løtuni á odda í bestu mansdeildini í fótbólti við 46 stigum. Fimm stig fammanfyri KÍ á øðrum plássi við 41 stigum.

Sunnudagin er TB/FCS/Royn á vitjan í Gundadali, og um knappar tvær vikur, leygardagin 25. august, spæla HB og B36 steypafinalu á Tórsvølli.

Bartal Wardum (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder