Fótbóltur

HB longt við Dan og Hjalta

Leikararnir hava skrivað undir fyri komandi kappingarár.

Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB og Dan í Soylu (Mynd: hb.fo)

Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB og Dan í Soylu (Mynd: hb.fo)

2018-08-14 19:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

HB boðar í kvøld frá á heimasíðu síni, at felagið hevur longst sáttmálan við tveir leikarar.

Talan er um Dan í Soylu og Hjalta Kárason Djurhuus. Báðir leikararnir hava skrivað undir sáttmála, sum bindir teir til felagið fyri kappingarárið 2019.

22 ára gamli Dan í Soylu hevur spælt 17 dystir í ár og hevur skorað eitt mál, meðan Hjalti Kárason Djurhuus hevur leikt 6 dystir, meðan hann 11 ferðir hevur sitið á innskiftarabonkinum, vísa hagtøl frá faroesoccer.com

(Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB og Hjalti Kárason Djurhuus (Mynd: hb.fo))

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder