Fótbóltur

HB missir Jonas Enkerud

Norðmaðurin ynskir at sleppa heim aftur, og HB hevur gingið hesum á møti.

(Mynd: HB / RS Media)

(Mynd: HB / RS Media)

2025-08-03 17:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jonas Enkerud verður ikki longur at síggja í HB. Hesum boðar felagið frá í dag.

35 ára gamli áleyparin kom til felagið undan kappingarbyrjan í ár, men ynskir nú at sleppa heim aftur til Noreg.

HB hevur gingið hesum ynski á møti.

Jonas Enkerud hevur frá fyrsta degi víst ein ótrúliga góðan hugburð. Hóast mótgongd í byrjanini hevur hann hildið høvdið høgt og arbeitt hart fyri at vinna sær pláss aftur á liðnum, sigur HB.

- Nú er mín tíð í HB av, fyrr enn upprunaliga ætlað. Eg eri nøgdur við gongdina í seinastuni, og eri glaður fyri upplivingarnar við at spæla europeiskar dystir, sigur Jonas Enkerud við heimasíðuna hjá HB.

Sambært Faroesoccer hevur Jonas Enkerud spælt 19 dysti fyri HB og skorað trý mál.

Evropeiska summarið hjá HB endaði hóskvøldið á Brøndby Stadion, tá teir reyðu og svørtu taptu 1-0. Fyrri dysturin millum HB og Brøndby endaði við javnleiki 1-1.

Mánadagin klokkan 16 spælir HB aftur, tá FC Suðuroy tekur ímóti í Vági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder