2021-03-03 11:10
Altíð farligi Adrian Rúnason Justinussen hevur longt við HB. Hesum boðar felagið frá í dag.
Frísparksnillingur spælir við HB í øllum førum til og við kappingarárið 2023.
Adrian Justinussen er 22 ár og hevur sambært Faroesoccer spælt 152 dystir fyri besta liðið hjá Havnar Bóltfelag. Hann hevur skorað 60 mál - fleiri av teimum umvegis fríspark.
Landskappingin hjá monnum fer í gongd um vikuskiftið, og HB spælir sín fyrsta dyst í ár móti NSÍ sunnudagin klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald