Fótbóltur

HB og KÍ eru til reiðar til brakið fríggjakvøldið

Nummar eitt og nummar tvey vunnu í dag favorittsigrar á heimavølli, og nú er lagt upp til satt oddabrak á Summarfestivalinum.

HB og KÍ eru næstan lið um lið í oddinum. Í dag vunnu bæði á heimavølli, og fríggjakvøldið hittast tey til stórdyst í Klaksvík
(Mynd: Jens Kr. Vang)

HB og KÍ eru næstan lið um lið í oddinum. Í dag vunnu bæði á heimavølli, og fríggjakvøldið hittast tey til stórdyst í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-05 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er í løtuni ein kapprenning millum KÍ og HB um FM-heitið. Í 17.umfarið, ið varð leikt í dag, vunnu bæði stórfeløgini á heimavølli, og nú verður bert bíðað eftir oddadystinum á Summarfestivalinum.


HB kom aftur á sigurskós, tá Skála varð sent heim við ongum. Tað var tó als ikki uttan stríð; Skála stríddist hart, men tað var oddaliðið, ið var omaná og vann 2-1.

Tað leikaði javnt á í byrjanini av  dystinum í Gundadali. Í 27.minutti legði Símun Samuelsen HB á odda í samband við eina hornasparksstøðu. Hetta helt til hálvleik.

Í 2.hálvleiki royndi Skála at søkja at, og hevði eisini møguleikar at javna. Men heimaliðið helt fast og økti tíggju minuttir fyri tíð. Tað var Ari Mohr Olsen, ið setti bóltin í málið eftir upplegg frá Adrian Justinussen. Útiliðið gav tó ikki upp, og innskifti Brian Jakobsen javnaði, beint tá yvirtíðin byrjaði.  

Tað var tó ov seint hjá skálamonnum, og HB kann fara til Klaksvíkar fríggjakvøldið við einari leiðslu uppá tvey stig.



Klaksvíkingar vunnu at enda trygt á botnliðnum við Djúpumýru. KÍ avgjørdi dystin fyrru hálvu av 2.hálvleiki, eftir at vágamenn høvdu stríðst sera væl í 1.hálvleiki.

KÍ var omaná, og hevði fleiri støður og nakrar góðar málmøguleikar í fyrra hálvleiki. 07 Vestur megnaði tó eisini at bíta eitt sindur frá sær, men tað var málleyst, tá liðini fóru at hvíla seg.  

Næstan beinanvegin í 2.hálvleiki fekk KÍ brotsspark, tá Steinbjørn Olsen fór umkoll í brotssteiginum. Tað umsetti innkskifti Jóannes Bjartalíð trygt til 1-0. Fáar minuttir seinni legði Ronni Møller-Iversen eitt frálíkt horna inn úr vinstru, og Semir Hadzibulic stútaðu bóltin í málið til 2-0. KÍ sat nú av álvara á dystinum, og í 64.minutti varð 3-0. Eftir gott samanspæl í høgru fekk Páll A. Klettskarð bóltin. Fyrsta skotið varð blokerað, eydnaðist tað hjá liðformanninum at fáa bóltin framvið Silasi Eyðsteinsson í málinum hjá vágamonnum.

Bæði liðini kundu havt fingið mál seinastu løtuna, men tað endaði 3-0 við Djúpumýru. Sostatt sjeyndi sigur á rað hjá KÍ, ið er til reiðari til brakið á heimavølli á Summar Festivalinum. 07 Vestur er framvegis botnproppur.

HB - Skála 2-1 (1-0)
Símun Samuelsen 1-0
Ari Mohr Olsen 2-0
Brian Jacobsen 2-1

KÍ - 07 Vestur 3-0 (0-0)
Jóannes Bjartalíð 1-0
Semir Hadzibulic 2-0
Páll Klettskarð 3-0


Víkingur og NSÍ vunnu greitt á heimavølli móti ávíkavist AB og EB/Streymi. Meira um hesar dystirnar um eina lítla løtu.

Støðan: 
1. HB (43 stig)
2. KÍ (41 stig)
3. NSÍ (33 stig)
4. Víkingur (32 stig)
5. B36 (28 stig)*
6. Skála (18 stig
7. EB/Streymur (17 stig)
8. TB/FCS/Royn (14 stig)**
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig) **

* Tveir dystir færri
** Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder