Fótbóltur

HB og TB spæla ofta javnar dystir í Trongisvági

HB vann greitt í Vági í 2018, men seinastu fimm árini eru fýra útav seks dystum millum liðini endaðir við javnleiki.

Her spæla TB og HB í Gundadali í Ólavsøku í fjør. TB hevur seinastu árini havt tað sera trupult har, men á heimavølli er liðið tað næstan hvørjaferð heilt trupult fyri HB (Mynd: Sverri Egholm)

Her spæla TB og HB í Gundadali í Ólavsøku í fjør. TB hevur seinastu árini havt tað sera trupult har, men á heimavølli er liðið tað næstan hvørjaferð heilt trupult fyri HB (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-05 20:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin fer 6. umfar í Betrideildini í gongd. HB fer til Trongisvágs sum oddalið, og liðið við fullum stigatali er greiður favorittur móti liðnum við einum stigi. Men um hugt verður eftir úrslitunum seinastu árini, so bendir okkurt á, at tað kann gerast heldur trupult hjá liðnum hjá Jens Berthel Askou. 

Síðani TB flutti upp til 2012 kappingarárið eftir nógv í í næstbestu deildini hava liðini spælt níggu ferðir í Suðuroynni. Ein dystur var á Eiðinum í Vági. Tað var í 2018, seinna árið har talan var um felagslið, og tað var í samband við, at Jóansøkan var í Vági, og at nýtt graslíki var komið á vøllin har. Hetta gjørdist greitt tann mest ójavni dysturin, ið liðini hava spælt í Suðuroynni, síðani TB flutti upp aftur í 2014. Hetta var árið, har HB heilt suverent vann Betrideildina.[object Object]John Villi Leo og Tróndur Jensen í dystinum á Jóansøku í Vági 2018. John Villi verður helst í byrjanaruppstillingini hjá TB í morgin - Tróndur er framvegis úti við krossbandsskaða 

Annars hevur leika heilt javnt á seinastu fimm árini. Fýra javnleikir hava verið og báðir sigrarnir, sum HB hevur vunnið sær við Stóra, hava verið so smalir sum gjørligt - í dystinum í 2018 skoraði Jógvan Skeel Nolsøe ikki sigursmálið fyrrenn í yvirtíðini. Hjá TB (og TB/FCS/Royn) hevur tað ikki eydnast at vunnið hesi árini, men HB hevur havt tað trupult í Trongisvági.

Í 2012 vann TB, fyrstu ferð HB vitjaði nýggja vøllin. Árið eftir vann HB stórsigur - hetta var eitt FM-ár hjá teimum reyð-svørtu.


2012: TB - HB 4-2

2013: TB - HB 1-5

2015: TB  - HB 1-1 (báðir dystirnir í Gundadali hetta árið endaðu eisini við javneliki)

2016: 
TB - HB 0-1
TB - HB 0-0

2017: TB/FCS/Royn - HB 0-0

2018: 
TB/FCS/Royn - HB 0-1
TB/FCS/Royn - HB 1-4 (Á Eiðunum - Jóansøka)

2019: 
TB - HB 1-1

Dystir: 
Sigrar til TB: 1
Javnleikir: 4
Sigrar til HB: 4


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder