Fótbóltur

HB setti NSÍ av

Oddaliðið heldur áfram í stórum stíli. Tað endaði málleyst í botnuppgerðini á Argjum. Víkingur og KÍ vunnu stórsigrar - í báðum førum endaði tað 6-0.

HB-leikararnir kundu fegnast um tvey mál - Dan í Soylu stóð fyri báðum (Mynd: Sverri Egholm)

HB-leikararnir kundu fegnast um tvey mál - Dan í Soylu stóð fyri báðum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-02 18:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í Betrideildini vórðu bríkslaðir í gongd klokkan 15.00. Heili 13 mál komu.

HB vann uppiborið oddadystin á Tórsvølli. Tórður Thomsen bjargaði brotssparki frá Mikkel Dahl í 1. hálvleiki, men Dan í Soylu skoraði tvey mál av brotsteigarmarkinum. Fyrra málið kom eftir góða frísparkskombinatión og eitt gott skot - málið eftir steðgin var eitt skot, ið rakti ein NSÍ-verjuleikara og sum snýtti vælleikandi Tòrð Thomsen í NSÍ-málinum. Úrslitið ger, at FM-vónirnar hjá NSÍ fánaðu, tí nú hevur NSÍ átta stig upp til HB. Oddaliðið koyrir sannførandi víðari.

Á Skála var eingin ivi, og tað var tað so sanniliga heldur ikki í Sarpugerði: Víkingur og KÍ vunnu heili 6-0.

Á Argjum varð byrjað klokkan 17. Har stríddust AB og TB um sera týdningarmikil stig í botninum. Líkindini vóru ring, tað var rótut, men menn løgdu sera nógv fyri. Bæði liðini høvdu nakrar vandamiklar støður, men tað kom einki mál, og tað jaliga hjá AB og TB var, at tey komu eitt stig longur burtur frá Skála. 

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

14. umfar

HB - NSÍ 2-0 (1-0)
38' Dan í Soylu 1-0
65' Dan í Soylu 2-0

Myndir: HB - NSÍ

HB (5-3-2/3-5-2): Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Heri Hjalt Mohr Daniel Johansen - Dan í Soylu, Heðin Hansen, Mathias Nygaard - Mikkel Dahl, Hilmar Jakobsen 

NSÍ (5-2-3/3-4-3): Tórður Thomsen, Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft, Jann J. Benjaminsen - Jesper Flinck Christjansen, Betuel Hansen - Salmundur Bech - Klæmint Andrasson Olsen (L), Steffan Abrahamsson Løkin

Samuel: - Málið er at vinna FM við HB - síðani at spæla uttanlanda
Betuel: - Vit hava ikki givið upp enn

Skála - KÍ 0-6 (0-3)
6' Jóannes Bjartalíð 0-1
15' Jóannes Bjartalíð 0-2
17' Jóannes Kalsø Danielsen 0-3
68' Deni Pavlovic 0-4
81' Páll Andrasson Klettskarð 0-5
90' Jonn Johannessen 0-6

Víkingur - EB/Streymur 6-0 (5-0)
17' Sølvi Vatnhamar 1-0
24' Gunnar Vatnhamar 2-0
33' Finnur Justinussen 3-0
35' Jákup Johansen 4-0
45' Ari Olsen 5-0
57' Noah Mneney 6-0

AB - TB 0-0

Myndir: AB - TB


B36 - ÍF (0-0) - byrjaði 18.00 

Støðan 

1. HB 40 stig (15 dystir) 
2. KÍ 35 stig (15 dystir) 
3. NSÍ 32 stig (15 dystir) 
4. B36 31 stig (14 dystir)  
5. Víkingur 23 stig (14 dystir) 
6. ÍF 20 stig (13 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (14 dystir) 
8. TB 7 stig (14 dystir) 
9. AB 6 stig (15 dystir) 
10. Skála 1 stig (15 dystir)


Fylg gongdini í dystunum í kvøld á forsíðuni á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder