Fótbóltur

HB sigraði á Varmakeldu

ÍF kom á odda næstan beinanvegin, men skerda oddaliðið svaraði aftur í inntensu uppgerðini. Hilmar Leon Jakobsen legði upp til avgerandi málið, ið René Shaki Joensen skoraði.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-04 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn umfarið varð væntað, at dysturin í Fuglafirði helst fór at gerast tann mest spennandi. Tað vísti seg eisini, at spenningur var allatíð í dystinum, tá ÍF við 16 stigum tók ímóti á varmakeldu.

HB hevur fleiri langtíðarskaðar, og í løtuni eru Heðin Hansen, Delphin Tshiembe, Pætur Petersen og Øssur Dalbúð eisini uttanfyri við skaða. Leivur Guttesen var í dag í hópinum hjá HB, og tað var Hilmar Leon Jakobsen eisini. 22-ára gamli álopskendi leikarin valdi hondbólt frammum fyri nøkrum árum síðani men spældi sum blaðungur tveir dystir fyri besta liðið hjá HB. Seinast var Kevin Schindler, týski hjálparvenjarin í álopinum - hesaferð kom hondbóltsleikarin inn í álopið í 2. hálvleiki.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Hjá ÍF var Karl Løkin vorðin tøkur, og heimaliðið byrjaði sera væl. Eftir fimm minuttir var 1-0. Tað var ÍF-toppskjúttin, Uros Stojanov, ið snittaði ein langan bólti víðari við høvdinum. Hans Jákup Lervig var runnin væl afturum HB-verjuna, sum í dag hevði tríggjar miðverjar, og fyrrverandi víkingurin skoraði hegnsiliga. Hans Jákup var vandamikil í dag kom til tveir aðrar stórar møguleikar í 1. hálvleiki, men Teitur Gestsson bjargaði í báðum førum sera væl.

Í høvuðsheitinum sóu fuglfirðingar vandamikilir út, næstan hvørjaferð teir vóru á HB-hálvuni, men tað var útliðið, ið setti seg á dystin beint eftir 1-0 málið. Útiliðið va ágangandum, bólturin varð fluttur sera væl runt í fleiri førum, og brotsteigurin hjá heimaliðnum varð hóttur. ÍF bjargaði í málteiginum, stongin varð rakt, og tá Mathias Nygaard javnaði við stútara við aftaru stong, eftir upplegg frá eyðsýnda Daniel Johansen, var tað fult uppiborið.

[object Object]


[object Object]
Mathias Nygaard er ein vandamikil maður í brotsteignum hjá mótstøðuliðnum (Myndir: Sverri Egholm)

Mongdin av møguleikum var ikki eins stór í 2. hálvleiki, men HB hevði yvirvágina fram til avgerandi málið kom miðskeiðis í hálvleikinum. Tað var Hilmar Leon, sum á miðjum vølli vann nærdyst móti Karl, hann rak við bóltinum og spældi væl innum til René Shaki Joensen, ið legði HB á odda. 

[object Object]

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

Seinastu minuttirnar trýsti ÍF , men kom ikki til teir opnu møguleikarnar, hóast góðar innleggstøður og annað komu. HB skuldi veruliga stríðast fyri tí, og avvísti væl. Teitur hevði eisini onkra góða bjarging í 2. hálvleki, og liðið hjá Jens Berthel Askou heldur fast um oddasessin eftir annan sigurin á rað á útivølli, har liðið er komið afturum. ÍF vísti aftur, at talan er um eitt heilt annað lið, enn tað sum fekk seks stig í fjør.

11. umfar í Betrideildini
ÍF - HB 1-2 (1-1)
5' Hans Jákup Lervig 1-0
28' Mathias Nygaard 1-1
66' René Shaki Joensen 1-2

Myndir: ÍF - HB
Hilmar Leon: Tað viktigasta eru trý stig
Hans Jørgen: Nakað hundans lort

Hini úrslitini: 

AB - B36 0-4 (0-1)
10' Michal Przybylski 0-1
46' Árni Frederiksberg 0-2
66' Sebastian Pingel 0-3
86' Meinhard Egilsson Olsen 0-4

Skála - Víkingur 0-4 (0-4)
10' Jákup Johansen
14' Lukasz Cieslewicz (br.)
18' Atli Gregersen (br.)
45' Vukasin Tomic 

KÍ - TB 2-1 (0-1)
18' John Villi Wøldike Leo 0-1
52' Jákup Biskopstø Andreasen 1-1
78' Jóannes Bjartalíð (br.) 2-1

Myndir: KÍ - TB

NSÍ - EB/Streymur (1-0)
37' Salmundur Bech 1-0

Støðan: 
1. HB (28 stig) 
2. NSÍ (26 stig) 
3. KÍ (26 stig)
4. B36 (25 stig) 
5. Víkingur (17 stig) 
6. ÍF (16 stig)
7. EB/Streymur (7 stig) 
8. TB (6 stig)
9. AB (4 stig) 
10. Skála (1 stig)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder