Fótbóltur

HB skal taka enn eitt fet móti FM

Einki bendir á, at niðurflytingarhótta AB kann gera nakað við oddaliðið í Betrideildini, ið er nær við at fáa FM í hús. Liðini seta 25. umfar í gongd klokkan 14.

HB vitjar á Argjum í dag og kann koma uppá 64 stig (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB vitjar á Argjum í dag og kann koma uppá 64 stig (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-24 11:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

16-0. Tað er samanlagda úrslitið fyri dystirnar í Betrideildini millum AB og HB higartil í ár. Adrian Justinussen hevur skotið seks av hesum málunum - trý við beinleiðis frísparki. Oddaliðið hevur harvið gott tak á liðnum, sum liggur á 9. plássi, og sum er einasta liðið uttan ein sigur í ár. 

Sunnudagin vann HB sannførandi 4-0 á Víkingi, meðan AB tapti á Skála. Símun Samuelsen og nógvir leikarar hjá AB skulu royna seg móti sínum gamla felagið. HB kann fáa sama stigatal sum í 2018, tá føroyskt met var sett, men 2020-útgávan hevur nógv betri málúrtøku.

Júst málúrttøkan kann gerast týdningarmikil fyri liðið hjá Jens Berthel Askou, um tað hendir, at liðið tapir ein av teimum næstu trimum dystunum, og KÍ vinnur allar sínar. KÍ kann í mesta lagi koma uppá 67 stig, so vinnur HB í dag og mikukvøldið móti NSÍ, so er FM so gott sum heima, og tað verður tryggjað, um KÍ so missur stig móti ÍF  (í morgin) ella í Sarpugerði (mikukvøldið). Oddaliðið hevur í løtuni 61 stig og er "12 mál betri" enn føroyameistararnir, sum spældu janvleik móti B36 mikukvøldið.

Fyrsta bríksl á Argjum verður klokkan 14. Dysturin kann síggjast hjá Televarpinum fyri eitt gjald. Vit dagføra beinleiðis frá honum.

Støðan í Betri deildini

1. HB (61 stig) 23 dystir
2. NSÍ (53 stig) 23 dystir
3. KÍ (52 stig) 22 dystir
4. B36 (50 stig) 23 dystir
5. Víkingur (44 stig) 23 dystir
6. ÍF (23 stig) 23 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 24 dystir
8. TB (15 stig) 24 dystir
9. AB (7 stig) 23 dystir
10. Skála (6 stig) 24 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder