Danin Mikkel Dahl spælir í reyðum og svørtum restina av kappingarárinum. Hesum boðar HB frá á heimasíðuni fyrrapartin.
Mikkel er 27-ára gamal áleypari, og hevur síðani 2016 spælt við Nykøbing FC, har hann hevur skotið 42 mál í 124 dystum.
- Hann verður lýstur sum ein ágrýtin og hartarbeiðandi áleypari. Eisini er hann sterkur í nærdystunum, og dugur væl at finna rúmini í brotsteiginum. So hetta er ein leikari, ið vit vænta fer at økja um okkara effektivitet frammanfyri málið, skrivar HB.
HB liggur hóast skerdan hóp á odda í Betri deildini við 31 stigum. Hósdagin er grannadystur í Gundadali móti B36, sum liggur á triðja plássi við 28 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald