Fýra dystir í 19. umfari í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum er leikt um vikuskiftið.
Kanska heldur óvæntað vann 07 Vestur knúsandi 0-3 sigur á NSÍ fríggjakvøldið. Hetta er fyrsti stóri sigurin hjá Dan Briumsvík, sum síðst í juni mánaða gjørdist høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá 07 Vestur.
B36 var á vitjan hjá botnliðnum ÍF í Fuglafirði og vann trygt 3-0. EB/Streymur fekk trý umráðandi stig í eittmálssigri móti Skála, og HB vann 1-0 móti B68 í Gundadali.
Um HB skal hava nakran møguleika at fylgja nøkulunda við Víkingi skal alt vinnast. Tey trý stigini komu væl við, og meðan havnarmenn hava ein dyst fleiri enn Víkingur eru bara trý stig á muni millum nummar eitt og tvey.
Fimti og seinasta dysturin í hesum umfarinum, sum er millum Víking og KÍ skuldi eftir ætlan spælast mánakvøldið, men er fluttur til 25. september. Hetta tí, at Europa League-dysturin hjá klaksvíkingum í Bosnia Hersigovina hóskvøldið fór út í longda leiktíð. KÍ tapti sum kunnugt samanlagt 4-3 móti Borac Banja Luka, og hevur nú eitt skot eftir í byrsuni til evropeiskt bólkaspæl.
Betri deildin menn 19. umfar
07 Vestur - NSÍ 3-0 (1-0)
43' Emil Pedersen 1-0 (Sonni Ragnar Nattestad)
58' Emil Pedersen 2-0
90+4' Emil Pedersen 3-0 (Filip Brattbakk)
ÍF - B36 0-3 (0-1)
8' Anton Søjberg 0-1 (Bjarki Nielsen)
50' Hannes Agnarsson 0-2 (Jann Julin Benjaminsen)
87' Anton Søjberg 0-3 (Hannes Agnarsson)
EB/Streymur - Skála ÍF 1-0 (1-0)
19' Emil Weihe Joensen 1-0
HB - B68 1-0 (1-0)
11' Mohammed Samba 1-0 (Mathias Voss)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald