2024-03-30 08:41

HB-venjarin Adolfo Sormani verður ikki á síðulinjuni tá HB 2. páskadag tekur ímóti ÍF í Gundadali.
Undir dystinum í Sarpugerði bleiv kjakið heldur heitt eisini (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta kemur eftir at hann eftir dystin í Sarpugerði í øðrum umfari fór yvir til fjórða dómaran at kjakast, og seinni uppaftur meira inni í Víkingahúsinum.
Tað er Bolt.fo sum skrivar um støðuna, og um at niðurstøðuna frá FSF er, at Adolfo Sormani fær venjarabann í ein dyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald