2023-01-09 15:57
Fyri løtu síðani siteraðu vit danska Tipsbladet fyri søguna um, at toppskorarin í føroyskum fótbólti í 2021, Mikkel Dahl, aftur skal spæla í álopinum hjá HB.
Tá hevði HB ikki váttað tíðindini.
Men tað ger felagið nú. Tað hendir í stuttorðaðum boðum á Facebookvanganum hjá felagnum.
“Væl afturkomin” eru einastu boðini saman við einum filmsklippi, har spælarin sæst sitandi í skiftirúminum í HB troyggju og hyggja eftir einum filmskuti frá KvF á telefonini, har Mikkel skoraði nøkur avgerandi mál í 2021.
“Góð minni. Feitt at vera aftur. Gleði meg til at skapa nýggj” sigur danski áleyparin í filminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald