Fótbóltur

HB veruliga aftur á tindinum í føroyskum fótbólti

Mest vinnandi felagið á manssíðuni hevur seinastu trý árini vunnið fýra útav seks stórum steypum.

HB hevur havt eitt frálíkt kappingarár, og hetta var triðja árið á rað við steypi til besta mansliðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB hevur havt eitt frálíkt kappingarár, og hetta var triðja árið á rað við steypi til besta mansliðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-08 20:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin kom fyrsta greipan hjá HB síðani 2004 í hús. Harvið setti liðið hjá Jens Berthel Askou eitt gott punktum fyri einum ári, har HB hevur verið betri enn øll hini.

Tá HB seinast vann báðar kappingarnar var tað triðja árið á rað, at felagið vann FM, og í 2002 vann HB eisini steypakappingina. Harvið var talan um fýra steyp uppá trý ár, áðrenn HB støgðaði upp á tí økinum í nøkur ár.

Sí video: Video: Tað eru tey smáu tingini sum gera tað

Eftir FM-heitið í 2013 hevði stórfelagið eisini ilt við at steyp í hús. Í 2014 fekk HB 60 stig í Betrideildini, men B36 var stinnari og vann FM. Í steypafinaluni var tað tætt, men Víkingur var at enda omaná og vann 1-0. Síðani komu trý rak ár hjá HB: Eitt fjórða pláss og tvey fimta pláss í Betrideildini og tveir samanlagdar sigrar í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.

Undan kappingarbyrjan í 2018 væntaði so at siga eingin, at HB av álvara skuldi blanda seg í oddinum, men við nýggja íslendska venjaranum, Heimiri Guðjónssyni, á odda vann HB FM við heili 73 stigum, og tað er met. Í steypafinaluni var HB eisini á veg til sigurs - frammanfyri 2-1 í yvirtíðini móti níggju B36-leikarum - men onkursvegna glapp tað teimum úr hendi.

[object Object]

[object Object]Í 2018 vann HB føroyameistaraheiti fyri fyrstu ferð í fimm ár

Í fjør eydnaðist tað at fáa fatur á Løgmanssteypinum fyri fyrstu ferð í 15 ár. Tað eydnaðist tó ikki at endurvinna føroyameistaraheitið hóast gott spæl í stórum pørtum av kappingarárinum. Seinastu trý árini síggja soleiðis út: 

2018
Føroyameistari: HB
Steypavinnari: B36
(Stórsteypið): Víkingur

2019: 
Føroyameistari: KÍ
Steypavinnari: HB
(Stórsteypið): HB

2020: 
Føroyameistari: HB
Steypavinnari: HB
(Stórsteypið): KÍ

Harvið hevur HB vunnið fýra útav teimum seks kappingunum síðani 2018 og var sum sagt sera nær við at vinna greipuna í 2018 eisini. Um Stórsteypini verða tikin við - dysturin millum føroyameistaran og steypavinnaran árið fyri - so hevur HB framvegis yvir helmingin av føroysku steypunum seinastu trý árini.

Stovnfesting

Ein nátúrligur spurningur er nú: Hvat so nú? HB vil gjarna byrja at gera vart við seg í evropeisku kappingunum, men tað snýr seg sjálvandi eisini um at staðfesta sína støðu í føroysku kappingunum. At vinna tvær steypakappingar umframt tvey FM uppá trý ár er óvanligt í hesari øldini, og teir hjá mest vinnandi felagnum í Føroyum vilja helst byggja uppá.

B36 vann greipuna í 2001, men eingi steyp í árunum rundanum tað. Felagið vann FM í 2014 og 2015. Víkingur vann steypakappingina hesi árini og tey bæði árini frammanundan, og í 2016 og 2017 gjørdist Víkingur føroyameistari. Harvið gjørdist talan um eitt stórt steyp seks ár á rað - tó onga greipu. EB/Streymur vann greipuna í 2008. Árið fyri hevði felagið vunnið steypafinaluna - fyrsta steypið í søgu felagsins - og løgmanssteypið kom eisini í hús í 2010 og 2011. Í 2012 vann EB/Streymur aftur FM, og í árunum millum 2006 og 2012 gjørdist talan um samanlagt seks silvurheiðursmerki, so felagið var heilt við í oddinum sjey ár á rað. 

Grundin er nú bygd hjá HB, og tíðin vil vísa, um felagið komandi árini fer at stovnfesta seg í oddinum í føroyskum fótbólti, ella um tað verður eitt, ella fleiri, fet aftur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder