Fótbóltur

Heðin kom inn til sín fyrsta landsdyst

HB-leikarin spældi í føroysku miðverjini tjúgu minuttir í dystinum í Herning. 27-ára gamli leikarin er tann 164. leikarin í røðini, ið umboðar A-landsliðið hjá monnum.

Heðin Hansen á veg av vøllinum í Horsens (Mynd: Sverri Egholm)

Heðin Hansen á veg av vøllinum í Horsens (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-07 22:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sonni Ragnar Nattestad fekk tjúgu minuttir fyri leiklok ein snuddí einari takkling, og inn í hansara stað kom Heðin Hansen. Hann kom til HB út Víkingi í vetur, og hevur spælt bæði í miðverjuni og á sentrala mivøllinum hjá oddaliðnum. 

Høgi og tekniskt sera sterki leikarin hevur spælt á á einum høgum støði og sær út til at ongantíð hava verið betri fyri. Nú 27-ára gamli Heðin Hansen tosaði eisini undan kappingarbyrjan við venjaran hjá sær í HB, Jens Berthel Askou, um møgulekan at koma á landsliðið: 

- Um tað skuldi verða, so skuldi tað kanska verða nú. Tað kravdi tað, at eg persónliga avrikaði væl, og samstundis at HB avrikaði væl.

Hesum greiddi Heðin Portalinum frá til landsliðsvenjing á Tórsvølli undan Nations League-dystinum móti Malta. Gøtumaðurin varð fyrstu ferð úttikin til dystirnar móti Malta og Andorra, men kom ikki á vøllin í teimum dystunum.

Tað gjørdi hann í dag, og maðurin við 21-talinum á ryggini og bringuni gjørdi tað væl undir liðuni á Odmari Færø, ið tíggju minuttir frammanundan var komin inn fyri Heina Vatndal. 

Føroyar lótu einki mál inn í 2. hálvleiki í 4-0 ósigrinum fyri Danmark. Heðin Hansen gjørdist í kvøld leikari nummar 164, sum hevur umboða Føroyar á hægsta støði í fótbólti. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder