
FSF: Annan mánaðin á rað hevur Heidi Sevdal úr NSÍ vunnið heiðurin sum besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum.
Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu kvinnudeildini, ið atkvøða, og tá talt var saman fyri mai mánað, hevði toppskjúttin fingið flestar atkvøður.
Aðrar, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Sara Benjaminsen hjá Skála, Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi og Teresa Jacobsen úr HB.
Tað var formaðurin í NSÍ, Karstin Joensen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Heidi Sevdal prógvið upp á, at hon var best í farna mánað. Fyri heiðurin fekk hon eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF.
Í 11. umfari í Betrideildini hjá kvinnum, sum varð spælt mánadagin, vóru úrslitini hesi:
NSÍ – KÍ 1-2
FC Hoyvík – 07 Vestur 2-1
Skála – HB 0-6
B36 – Víkingur 0-6
NSÍ og KÍ hava 27 stig í part, HB hevur 25, og á 3. plássi er Víkingur við 22 stigum. B36 er nummar 5 við 12 stigum, Skála og 07 Vestur hava 7 stig hvør, og á 8. plássi er FC Hoyvík við trimum stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald