Fótbóltur

Heidi og NSÍ fóru aftur avstað við steypinum

Víkingur hevði yvirvág og sínar møguleikar fyrstu løtuna, men NSÍ vann at enda 4-1. Triði steypasigur hjá NSÍ seinastu fýra árini.

Hattrikk til Heidi Sevdal og meira gullrómur hjá NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Hattrikk til Heidi Sevdal og meira gullrómur hjá NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-05 20:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltur er løgin viðhvørt, og tað kann ganga heilt skjótt hvønn vegin. Hvussu øðrvísi hevði hendan finalan ikki verið, um Eydna Dalheim Olsen hevði skorað uppá ein av sínum tveimum risamøguleikum, og um Víkingur hevði fingið nakað ítøkiligt burturúr yvirvágini fyrstu 25 minuttirnar.

Tì Víkingur var greitt omaná hesa løtuna. NSÍ hevði eitt sindur ilt við at fóta sær og skapti ongan málmøguleika, meðan Víkingur fltutti bóltin væl og hótti fleiri ferðir. Sum nevnt var blaðunga Eydna, ið rann rætt fleiri ferðir, nær við, men Abigail Mensah í NSÍ-málinum stórbjargaði tvær ferðir.

Málverjin úr Gana átti æruna fyri, at NSÍ var í støðu at leggja seg á odda í 28. minutti. Helga Mikkelsen fann væl Heidi Sevdal í Víkinga-brotsteignum, og fekk hon sett fótin á.

[object Object]

[object Object]
Nógvir fagnaður hjá teimum í gul-svørtum stutt fyri hálvleik (Myndir: Sverri Egholm)

Víkingur, ið ongantíð hevur verið í steypafinaluni áður, fótaði sær ongantíð heilt aftur í finaluni. Níggju minuttir eftir 1-0 málið søplaðu tær í ljósabláum bóltin burtur. Lena Olsen vann hann, tók bóltin væl við sær og við góðari alvering fann Lena Heidi, sum aftur var púra trygg. Víkingur slapp ikki í skiftingarrúmið við hesari støðuni - tær hjá NSÍ vóru eirindaleysar og hildu á at leggja trýst:

Helga Mikkelsen økti, tá hon setti fótin á eftir flott forarbeiði hjá Saru Samson Lamhauge: 3-0.

Sara átti eisini forarbeiði til 4-0 málið, ið kom tíggju minuttir eftir steðgin og var ógvuliga flott. Rak seg fria, legði bóltin flatt innfyri til eina púra fría Heidi Sevdal, sum við hælinum staðfesti sítt hattrikk.

Heidi gjørdist eisini dagsins spælari. 35-ára gamli málrevurin var aftur dystaravgerandi, og sum heild var NSÍ-avrikið stutt fyri steðgin og stutt eftir steðgin krútsterkt. Ein uppiborin sigur til liðið, sum kendi sína vitjunartíð. Nú fer NSÍ eftir greipuni.

Innskifta Hanna Isaksen Højgaard minkaði um munin fyri Víking - dysturin doyði eitt sindur seinasta hálva tíman.

Steypafinalan hjá kvinnum 2024 
leygardagin 5. oktober
Víkingur – NSÍ 1-4 (0-3)
28' Heidi Sevdal (Helga Mikkelsen) 0-1
37' Heidi Sevdal (Lena Olsen) 0-2
42' Helga Mikkelsen (Sara Samson Lamhauge) 0-3
56' Heidi Sevdal (Sara Samson Lamhauge) 0-4
82' Hanna Isaksen Højgaard (Lea Lisberg) 1-4

Sì meira um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder