Fótbóltur

Heidi Sevdal var best í apríl

NSÍ hevur fult stigatal, og greiði toppskjúttin varð heiðrað undan trygga sigrinum á Skála týskvøldið.

2025-05-14 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Áðrenn dystin undir Mýruhjalla á Skála týskvøldið varð Heidi Sevdal úr NSÍ heiðrað sum besti í Betrideildini hjá kvinnum í apríl mánað

Fult umfar í fremstu deildini hjá kvinnum varð spælt týskvøldið. Á Hoyvíksvøllinum vann B36 4-1 á FC Hoyvík, KÍ vann 3-0 á Dungasandi móti 07 Vestur, Víkingur vann 3-0 í Gundadali móti HB, og NSÍ vann 5-1 á útivølli móti Skála.

Stigatalva og leikskrá (Betrideildin kvinnur)

Áðrenn dysturin undir Mýruhjalla á Skála bleiv settur í gongd, bleiv besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í apríl mánað kunngjørdur.

Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, ið atkvøða, og hesaferð fór Heidi Sevdal úr NSÍ, sum aftaná fyrstu átta umførini í grundspælinum hevur skorað 20 mál, avstað við heiðurinum.

Nummar 2 í atkvøðugreiðsluni gjørdist Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ, og nummar 3 bleiv Sunniva Willemoes úr HB.

Fyri heiðurin fekk Heidi Sevdal eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF. Tað var systur Heidi, Ansy Sevdal Jakobsen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder