Í gjárkvøldið skipaðu Vágs kommuna og Vágs Kappróðrarfelag fyri móttøku fyr Nóa Rúnason, sum leygardagin vann báðar kappingarnar til Danmarksmeistara-kappingina í inniróðri, sum hann luttók í.
Í fyrstu kappingini róði Nóa uppá tíð í tveir minuttir, og har megnaði hann at rógva 531 metrar, fimm metrar meira enn nummar tvey, og sostatt vann hann fyrsta DM-gullið.
Í sprint-kappingini kappaðist Nóa eisini á 100 metrar teininum, har tak tók honum 20,7 sekund at rógva teinin. Nóa var eitt sekund skjótari enn nummar tvey, og vann hann sostatt sítt seinna DM-gull.
Móttøkan var í kappróðarnestinum hjá Vágs kappingarfelag, sum sambært Vágs kommunu verður liðugt seinni í summar.
Nógv fólk vóru og tóku ímóti Nóa, og formaðurin í Vágs Kappróðrarfelag, Rógvi Kærbech, og Dennis Holm, borgarstjóri, fluttu fram røðu og handaðu Nóa blómutyssi og gávur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald