Jonhard H. Hansen og Petur Hansen eru vertir á nýggju fótbóltssendingini Heilfluktarin, sum er hvønn mánadag klokkan 16 á Radio.fo.
Jonhard H. Hansen er kendur frá Vespureiðrinum, sum fyrr var send á R7. Petur Hansen hevur eisini nógva vitan um fótbólt og stóran fótbóltsáhuga. Vertirnir eru báðir sera spentir og glaðir um, at fyrsta sendingin eydnaðist so væl.
Sendingin fer ikki at hava fastan bústað, men vertirnir fara at ferðast runt við henni. Fyrsta sendingin varð send úr Fuglafirði, mánadagin 22. feburar 2021 kl. 16.
Serfrøðingar úr øllum landinum verða við í fótbóltsprátinum.
Radio.fo hoyrist á FM 102,00 og á øllum frekvensunum, sum R7 fyrr sendi á heimasíðuni radio.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald