Fótbóltur

Heim til Svangaskarð við tvísiffraðum tapi

NSÍ vísti onga náði, tá B68 fekk útvísingar og vann heili 11-0 á grannunum. NSÍ rennur kapp við KÍ og HB í oddinum og eigur nú eina heilt góða málúrtøku.

Eitt úrslit sum ikki hevur verið at sæð í Betrideildini í útvið fimm ár. NSÍ koyrdi á og setti undirmannaðu grannarnar uppá pláss (Skíggjamynd: Televarpið)

Eitt úrslit sum ikki hevur verið at sæð í Betrideildini í útvið fimm ár. NSÍ koyrdi á og setti undirmannaðu grannarnar uppá pláss (Skíggjamynd: Televarpið)

2025-03-30 21:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68'arar fara helst at hava marruna um ein serstakan Eurovision-sang frá 1987 og eina rúgvu av gulkløddum í málfagnaði í nátt...aftur, aftur og aftur.

Í 2022 sendi B68 NSÍ niður í 1. deild við sigri við Løkin, og í fjør bjargaðu teir úr Nes kommunu sær plássið í deildini við 4-1 útisigri á grannunum. Tá Jákup Norðoy Vilhlemsen eftir tíggju minuttir í kvøld fekk beinleiðis reytt kort fyri at yvirsatsa í einari takkling á miðjum vølli, sóu teir í gulum eisini reytt; og ein møguleika fyri at løna aftur.

Hetta gjørdi NSÍ eisini í ríkiiligt mát. Ljósabláu spælaraklæðini hjálptu hesaferð einki hjá Jákupi á Borg og hansara monnum, sum skjótt komu afturum 1-0 og í satt ódnarverður.

Áðrenn steðgin var 4-0: Trý frá Knudsen-brøðrunum og ein frísparksperla frá Brandi Hendriksson. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik hevði NSÍ fingið sítt fimta, og tað fyrsta hjá Emil Weihe Joensen í gulum, eftir vælspælt álop, og B68 hevði fingið sítt seinna reyða kort. Svínska gerðin hjá Sebastian Lau Nielsen gjørdi ikki álopshugin hjá NSÍ minni.

[object Object]Petur Knudsen, Klæmint Andrasson Olsen og hinir hildu veruliga málveitslu í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Tað gørdist tyngri og tyngri hjá B68 (Skíggjamynd: Televarpið)

Seinasta lítla hálva tíman meira enn tvífaldaðist leiðslan eisini. Við níggju monnum royndi B68 at verja fyri, men man megnaði tað snøgt sagt ikki. Álopini skolaðu móti Bylgjuni, og tá Tórður Thomsen í einum førum eisini spældi beint til ein í gulum, so gjørdist alt lættari fyri liðið hjá Jens Wedeborg, sum tyktiskt púra uppsett uppá at vinna ein so stóran sigur sum gjørligt.

Har vóru eisini fleiri flott mál eftir steðgin, og Beinir Nolsøe átti helst tað besta við einum framúr langskoti. Ungi lokali spælarin var í hopla á miðvøllinum í dag, og gav teimum kátu gulkløddu meira at smílast og fegnast um. Klæmint Andrasson Olsen vann seg eisini upp á toppskjúttatindin í deildini við sínum fimta málið í trimum dystum. Bæði málini hjá rituvíkinginum í dag vóru púra eyðkend: Góðir stútarar har hann var beint aftanfyri ein av miðverjuni.

Petur Knudsen gjørdist "toppskjútti á degnum" við einum hattrikki. Ógvuliga súmbolskt endaði alt við einum góðum NSÍ-gjøgnumbroti og síðani...einum sjálvmáli.

B68 kom helst inn til dagsins dyst við skeivari tendring og hevði snøgt sagt ongan møguleika eftir fyrru útvísingina. B68 varð spælt niður av einum væluppløgdum liði; hevði hetta verið eitt annað lið í yvirtali í 3. umfar, hevði man helst ikki lagt so nógv fyri, men nú var vitjunartíðin til veruliga at seigpína B68 við Løkin. Og oddaliðið tók av. Úrtøkan eftir trý umfør er níggju stig og 18-3.

HB rennur við

Sum nú er, vænta tey flestu, at NSÍ og KÍ fara at kappast um FM. NSÍ hevur nú ein veruligan fyrimun við málúrtøkuni, men HB hevur so fult stigatal enn.

Í dag var eingin ivi, tá FC Suðuroy kom á vitjan. Jákup Thomsen helt fram, har hann slepti í Sørvági áðrenn landsliðssteðgin, og legði HB á odda tíðliga. Fyriuttan eitt skot á yvirleggjaran hjá Dan í Soylu var tað tamt restina av hálvleikinum, men tíðliga í 2. hálvleiki skoraði HB heldur lættiliga uppá tveir deyðbóltar, har FC Suðuroy ikki dekkaði nóg væl upp.

Eitt gott mál hjá Heina Fossdalsá Sørensen - hansara fyrsta í føroyskum vaksnamannafótbólti - setti punktum. 4-0 og FC Suðuroy hevur sítt fyrsta stig og sítt fyrsta mál í Betrideildini til góðar eftir afturvendanina.

Sí eisini: Víkingur hevur framvegis ikki vunnið í 2025

Betrideildini, 3. umfar
Sunnudagin 30. mars
HB - FC Suðuroy 4-0 (1-0)
15' Jákup Ludvig Thomsen 1-0 
49' Noah Mneney (Dan í Soylu) 2-0
55' Emil Grønn Petersen (Bartal Wardum) 3-0
67' Heini Fossdalsá Sørensen 4-0

Sí meira um dystin her

NSÍ - B68 11-0 (4-0)
13' Petur Knudsen (Beinir Nolsøe) 1-0
31' Petur Knudsen 2-0
38' Brandur Hendriksson Olsen 3-0
42' Aron Knudsen (Beinir Nolsøe) 4-0
52' Emil Weihe Joensen (Jann Benjaminsen) 5-0
63' Beinir Nolsøe 6-0
65' Brandur Hendriksson Olsen (Jasper van der Heyden) 7-0
70' Klæmint Andrasson Olsen (Pætur Hentze) 8-0
82' Petur Knudsen (Jasper van der Heyden) 9-0
89' Klæmint Andrasson Olsen (Fabian Æstigård Ness) 10-0
90' Sjálvmál 11-0

Reyð kort: Jákup Norðoy Vilhelmsen (11'), Sebastian Lau Nielsen (54')
Sí meira um dystin her


Úrslitini í dystunum fyrr í dag: 

TB - B36 0-1
14' Mattias Hellisdal 0-1

Sí meira um dystin her

KÍ - EB/Streymur 2-1 (2-1)
4' Páll Andrasson Klettskarð (Jonn Johannessen) 1-0
6' Búi Egilsson (Óli Eyðsteinsson Poulsen) 1-1
38' Deni Pavlovic (Árni Frederiksberg) 2-1

Reytt kort: Meinhard Debes Geyti (94')
Sí meira um dystin her

Víkingur - 07 Vestur 0-0

Sí meira um dystin her

Sí eisini: Víkingur hevur framvegis ikki vunnið í 2025

Støðan eftir trý umfør: 
1. NSÍ 9 stig 
2. HB 9 stig 
3. KÍ 9 stig
4. EB/Streymur 4 stig
5. B36 3 stig 
6. B68 3 stig
7. TB 2 stig
8. Víkingur 2 stig
9. 07 Vestur 1 stig
10. FC Suðuroy 0 stig 

Næsta umfar, 4. umfar, verður longu hósdagin 3. apríl

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder