Fyri trimum árum síðani vóru teir í finaluni men avrikaðu ikki serliga væl og taptu móti New England Patriots. Hetta endaspælið vann Los Angeles Rams millum annað á meistarunum Tampa Bay Buccaneers á útivølli og harvið endaði yrkisleiðin hjá legendariska 44-ára gamla Tom Brady, sum vann í 2019 við New England Patriots, og sum vann Super Bowl heili sjey ferðir.
Í nátt var ein annar quarterbakkur, Matthew Stafford, fyri fyrstu ferð á sínari yrkisleið. 34-ára gamli Stafford kom til Los Angeles undan hesum kappingarárinum. Rams rindaði ein høgan prís fyri hann, men Stafford hevur víst seg at flyta liðið hjá Sean McVay rætta vegin. Nógvir royndir leikarar eru komnir til seinastu árini, og ein teirra, Odell Beckham Jr. loftaði einum kasti frá Stafford í máløkinum í fyrsta fjórðingi. Beckham byrjaði væl á SoFi Stadium, ið vanliga er heimavøllur hjá júst Rams, men tíverri noyddist nummar 13 út við tí sum líktist einum álvarsomum knæskaða stutt fyri hálvleik. Tá høvdu Cincinnati Bengals skora sítt fyrsts touchdown; tað var eitt snilt spæl, har Joe Mixon, ið vanliga rennur mest og sum spældi væl í kvøld, kastaði til Tee Higgins.
Júst Higgins og Bengals løgdu hart út eftir stegðin og skoraði við einum spæli beinanvegin, tá ungi quarterbakkurin Joe Burrow sendi ein langan bólt til 23-ára gamla Tee Higgins. Stutt seinni kastaði Stafford sína aðru interseption, Bengals økti til 20-16 og dysturin varð vendur á høvdið. Rams minkaðu um munin við skoti (Field Goal) í triðja fjórðingi, og tá Burrow, ið varð trýstur nógv av Aaron Donald og hinum í vejruni hjá Rams í seinna hálvleiki, ikki fingu fleiri stig á talvuna, so tóku Rams av.
Stafford og serliga Cooper Kupp fluttu bóltin væl, Rams-álopið brúkti nógva tíð, og tá ein og ein hálvur minuttir var eftir legði Los Angeles-liðið seg á odda. Kupp loftaði sítt touchdown nummar tvey í dystinum, har hann samanlagt loftaði átta bóltum fyri næstan 100 yards. Hann hevur verið framúr góður í endaspælinum og alt kappingarárið sum heild. Tíggjarin gjørdist ársins álopsleikari í NFL og MVP í Super Bowl. Kupp skoraði, saman við Stafford og kickaranum Matt Guy, avgerandi stigini.
Tað var tó verjan, sum í seinasta minuttinum syrgdi fyri at Burrow og Bengals ikki komu í støðu til at í minsta lagi javna. Tað var serliga superstjørnan Aaron Donald. Fyrst takklaði stóri og sterki nummar 99 rennara hjá Benglas skjótt og kontant, og so var 4th down. Har var tað aftur Donald, ið hevur verið millum allarbestu verjuleikarnir í NFL seinastu árini, ið gjørdi um seg við at leggja trýst á quarterbakkin hjá Bengals, ið als ikki fekk tamarhald á sítt kast, og so kundu teir í bláum stórfegnast.
Rams hava fyri aðru ferð í søgu felagsins lyft Lombardi-steypið. 35-ára gamli Sean McVay er yngsti høvuðsvenjari, ið nakrantíð hevur vunnið Super Bowl.
Søguligi Sean McVay við steypinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald