Tríggir dystir í Betrideildini verða leiktir í dag.
Tveir av teimum verða á Tórsvølli, har B36 og HB taka ímóti ávíkavist AB og ÍF. Hetta burdi ikki givið havnarfeløgunum stórvegis trupulleikar. B36 hevði eitt stórt evropeiskt kvøld á Tórsvølli mikukvøldið, og tað kann vera, at leikararnir eru heldur moyrir, men sigurin á The New Saints eftir brotssparkskapping eigur at geva sjálvsálit og annað - B36 skal vinna fyri at nærkast 3. plássinum og NSÍ aftur. AB hevur ongan dyst vunnið í ár og hevur ikki verið nær við at tikið stig frá topp-fýra liðunum, uttan tá NSÍ vitjaði.
Í kvøld kann HB aftur taka oddasessin. KÍ spældi málleysan javnleik í Trongisvági í gjár, og harvið er hurðin latin upp fyri HB. Nú er FM ikki í hondunum hjá KÍ longur, og HB hevur bert einaferð mist stig á heimavølli í ár - tað var ímóti júst føroyameistarunum. ÍF hevur ikki fingið stig síðani 27. juli á Argjum. Liðið gav HB trupulleikar á Varmakeldu (1-2), men spurningurin er, um ÍF kann hótta á tjóðarleikvøllinum í dag.
Skála skal royna at skaka Víking í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)
Skála stríddist sera væl í 1-0 tapinum fyri KÍ týskvøldið og sær út sum eitt øðrvísi lið á ymsan hátt. Tað skal nógv til, um liðið skal yvirliva, tí higartil eru bert tvey stig komin til høldar - bæði móti AB. Víkingur spælir í dag sín fyrsta heimadyst undir Jóhan Peturi Poulsen. Seinast eydnaðist at fáa ein sigur í hús í evstu løtu í Streymnesi. Tá var spælið ikki nakað av reypa av, og Lukasz Cieslewicz var ikki við. Víkingur hevur framvegis møguleika at náa 3. plássinum og skal íhvussu er royna at halda sær væl í gongd fram til steypakappingina.
Fylg gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara.
20 umfar í Betri deildini
Í dag 20. september
B36 - AB (14:00)
Víkingur - Skála (15:00)
HB - ÍF (18:30)
Í gjár- 19. september
NSÍ - EB/Streymur 4-1 (2-1)
15' Klæmint Olsen 1-0
22' Klæmint Olsen 2-0
41' Sjálvmál 2-1
63' Jesper Christjansen 3-1
77' Búi Egilsson 4-1
Les eisini: NSÍ vann trygt á EB/Streymi
TB - KÍ 0-0
Les eisini: KÍ snávaði í Trongisvági
Støðan
1. KÍ 48 stig (20 dystir)
2. HB 46 stig (18 dystir)
3. NSÍ 41 stig (19 dystir)
4. B36 37 stig (17 dystir)
5. Víkingur 35 stig (19 dystir)
6. ÍF 20 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. TB 14 stig (20 dystir)
9. AB 7 stig (19 dystir)
10. Skála 2 stig (18 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald