
10 ára gamla Bodhana Sivanandan úr Harrow í útnyðringspartinum av London, er vorðin yngsti persónur, ið er kosin kvinnuligur altjóða meistari í talvi. Tað skrivar BBC.
Altjóða meistari er næsthægsti tittul, sum finnist innan talv. Størsti er stórmeistari.
Altjóða talvsambandið, sum letur hesar heiðrar, nevnir í hesum sambandi, at hon fyrr í mánaðinum gjørdist yngsti persónur at vinna á einum stórmeistara – tað var 60 ára gamla stórmeistaranum, Peter Wells.
Bodhana Sivanandan sigur sjálv, at hon byrjaði at telva undir korona-stongslinum, tá hon fann eitt talborð, sum ein av familjulimunum hevði gloymt eftir heima hjá teimum.
At telva fær hana at kenna seg glaða, og tað hjálpir henni í støddfrøði, sigur hon.
Foreldur hennara eru bæði verkfrøðingar, og tey undrast yvir serligu gávurnar hjá dóttrini.
- Eg áni ikki hvaðani hon hevur hetta frá. Ongin okkara er serliga góður til at telva, sigur pápi hennara Siva Sivanandan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald