Landsumfatandi frídagur er í Argentina í dag fyri at fegnast um heimsmeistaraheitið, sum landsliðið í fótbólti fekk sunnudagin við at finna finaluna í Katar móti Fraklandi.
Tíðliga í morgun, týsnátt í Argentina, lendi flogfarið við landsliðnum í høvuðsstaðnum Buenos Aires har stór mannfjøld tók ímóti.
Fólk í hópatali stóðu fram við vegnum allastaðni á vegnum millum flogvøllin og høvuðssætið hjá argentinska fótbóltssambandinum.
Høvuðshátíðarhaldið verður í dag á obelisktorginum í Buenos Aires seinnapartin klokkan 15, lokala tíð.
Argentinska stjórnin hevur lýst dagin í dag sum frídagur í landinum, “til tess at fjepparar kunnu úttrykkja sína djúpastu gleði fyri landsliðnum”.
Stóra stjørnan og liðskiparin, Lionel Messi, gekk á odda, tá landsliðið steig fótin á land við heimsmeistarasteypinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald