Fótbóltur

Heine Mortensen til 07 Vestur

Enn ein tvørámaður til vágaliðið.

2021-01-26 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í farnu viku skrivaði tvørámaðurin Heine Mortensen undir sáttmála við 07 Vestur, og 29-ára gamli verjuleikarin verður soleiðis partur av besta liðinum hjá 07 Vestur hetta komandi kappingarárið.

Heine hevur rættiliga leingi verið partur av besta liðnum hjá TB, men lesnaður uttanlands hevur eisini avmarkað leiktíðina. Tó eru tað blivnir nakað yvir hundrfað dystir á besta liði, harav 34 í Betrideildini.

Heine, sum verður 30 í februar, spælir mest í verjuni, men eisini nakað á miðjuni, har hann eisini spældi í venjingardystinum á Skála fríggjakvøldið, skrivar heimasíðan hjá 07 Vestur.

Heine er ein av fleiri tvørámonnum, sum nú spæla við 07 Vestur, ið er nýtt lið í Betri Deildini í ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder