Tað verður Heini Hanusarson sum skal standa á odda fyri besta liðnum hjá Team Klaksvík tað, sum er eftir av kappingarárinum.
Hetta skrivar jn.fo fyrrapartin.
Tað var í desember, at tað gjørdist greitt at Team Klaksvík og venjarin seinastu árini Áki Mørk høvdu steðgað samstarvinum. Vuk Stevanovic og David Heinigman sum hava spælt við Team Klaksvík seinasta árið skuldu vera leikandi venjarapar, men verður tað altso Heini Hanusarson, sum verður venjari.
Heini hevur lisið ítrótt 2 ár á universitetinum í Odense, hevur diplom venjaraútbúgving frá DHF, leiðsluútbúgving, umframt drúgvar royndir sum hondbóltsleikari í Føroyum og í donsku liguni. Hjá undanfarnu liðum Neistanum og VÍF hevur hann staðið fyri fysisku venjingini, og er hetta fyrstuferð at hann kemur at royna seg sum A-venjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald