KÍ avdúkar í dag, at Heini Vatnsdal framyvir fer at spæla í bláum.
Heini er suðuroyingur, men valdi í 2013 at skifta til HB. Stutt eftir fekk Heini debut á A-landsliðinum, tá Føroyar leiktu ímóti Írlandi á útivølli í 2013.
Í 2015 fór Heini niður til Keypmannahavn í lestrarørindum, har hann skrivaði undir við Fremad Amager. Fremad Amager spælir í næstbestu deildini í Danmark.
Heini hevur seinastu tíðina havt eitt ynski um at flyta heim til Føroyar, og hevur nú undirskriva sáttmála við KÍ, boðar felagið frá.
Heini Vatnsdal er skrásettur fyri 99 dystir í Betri Deildini og 19 A-landsdystir sambært Faroesoccer.
Sáttmálin millum Heina Vatnsdal og KÍ er galdandi fram til desember 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald