Tað hevur leingi ljóða, at Heini Vatnsdal aftur verður at síggja í føroyskum fótbólti eftir summarsteðgin, og nú boðar danska felagið hjá honum, Fremad Amager, alment frá á heimasíðu sínari, at Heini Vatnsdal gevst í felagnum og flytur heim til Føroyar.
Heini hevur verið í danska 1. deildar felagnum í fimm ár, har hann hevur leikt 125 dystir.
Fremad Amager takkar á heimasíðuni Heina fyri tíðina í felagnum, og sigur at tað eru syrgilig boð felagið ber sínum viðhaldsfólkið, nú sterki jarnmaðurin spælir sín seinasta dyst fyri felagið leygardagin.
Spennandi verður at síggja hvat felag Heini fer at umboða í Føroyum. Landsliðsleikarin hevur verið settur í samband við fleiri feløg, har NSÍ og serliga KÍ oftast eru nevnd sum nýtt felag hjá Heina. In.fo hevur leingi sett Heina Vatnsdal í samband við eitt skifti til føroyameistararnar. Nú er tað alment greitt, at hann kemur aftur til Føroyar, og tað mesta bendir á, at hann skiftir til just KÍ.
Heini og Fremad Amager spæla seinasta dystin hetta kappingarárið leygardagin, tá teir taka ímóti Vejle og Viljlormi Davidsen, ið hava tryggjað sær uppflyting til Superliguna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald