Hondbóltur

Helgi og Simon settir sum venjarar

Helgi Hildarson Hoydal og Simon Højmark Pedersen eru settir sum venjarar hjá U2010-hondbóltslandsliðnum hjá monnum.

2026-06-26 13:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

HSF: Hondbóltssambandið hevur sett Helga Hildarson Hoydal og Simon Højmark Pedersen sum venjarar hjá U2010-landsliðnum hjá monnum.

Helgi hevur royndir sum ungdómsvenjari, bæði í H71 og hjá øðrum ungdómslandsliðum. Simon hevur verið ungdómsvenjari í Kyndli og skal eisin venja teirra kvinnur komandi kappingarár.

Talan er um ungdómslandslið, dreingir føddir í 2010 og 2011. Hesi hava fyri kortum spælt sínar fyrst landsdystir, sum vóru vinardystir móti Íslandi, og skulu næsta summar, í 2027, luttaka í European Open í Svøríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder