Um dagarnar eru hópin av FM kappingum í súkkling og triathlon, og í vikuskiftinum varð skipað fyri heili trimum kappingum.
Fríggjadagin 30. august kappaðust 6 luttakarar, allir menn, um FM í fjallasúkkling, MTB XCC stuttteini í Havn.
Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklifelagnum endurvann FM-heitið við tíðini 30.15,7 min. Niklas Hallgren Niclassen, somuleiðis úr Fjallasúkklufelagnum, gjørdist nummar 2 við 34.20,1 min. og Gunnar Dahl-Olsen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag gørdist nummar trý við tíðini 34.24,6 min.
Leygardagin 31. august varð skipað fyri FM í fjallasúkkling, MTB XCO miðteini í Havn. 4 luttakarar, aftur bert menn, kappaðust um FM-heitið. Aftur her endurvann Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklifelagnum FM-heitið í opna bólkinum.
Helgi hevði tíðina 1.25.52,3 tímar. Nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Olsen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, hann vann samstundis M50 bólkin, og nummar trý gjødist Jóhannes Jóannesson úr Fjallasúkklufelagnum. Jón Helgi Klein Lamhauge úr Fjallasúkklufelagnum gjørdist vinnari av U19 bólkinum. Teir tríggir vóru allir eitt umfar aftanfyri Helga.
Sunnudagin 1. september varð kappast í FM í triathlon á OL-teininum í Klaksvík.
Svomið varð í svimjihøllini, og síðani varð súkklað á einum teini millum Norðoyri og byrgingina um Haraldssund. Runnið varð runt í miðbýnum í Klaksvík. Byrjað varð við einum umfari á Guttabreyt. 9,6 km renningin endaði somuleiðis við einum umfari á Guttabreyt.
Heili 10 menn kappaðust um FM-heitið í triathlon á OL-teininum. Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum, fekk eitt hattrick við triðja FM-heitinum hetta vikuskiftið. Hann vann kappingina við 2.05.16,3 tímum. Hetta var samstundis fyrsta FM, sum Helgi hevur vunnið í Triathlon.
Bergtór Tórsteinsson úr Norðstrok gjørdist nummar tvey við 2.13.29,5 tímum, og Jákup Petur Eliassen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag gjørdist nummar trý við 2.16.20,6 tímum.
Hjá kvinnum vann Anna Lovisa Mýri við tíðini 2.57.23,1 tímar. Hon var einsamøll kvinna hendan dagin, og hetta var hennara fyrsta triathlonkapping.
Øll úrslit eru at síggja á heimasíðuni sst.fo.
FM-kappingarnar halda fram í september mánaði. Nærri kunning um tær sæst eisini á heimasíüni hjá sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon. Tann næsta er í í morgin, mikudagin: FM Veg Tíðarsúkkling
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald