Fótbóltur

Helsingborg flytir niður og støðgar samstarvið við venjaran

Í gjár var greitt, at felagið hjá Brandi Hendrikssyni flytir niður.

Olof Mellberg (Mynd: hif.se)

Olof Mellberg (Mynd: hif.se)

2020-12-01 10:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sunnudagin spældi Helsingborg IF málleysan javnleik á heimavølli móti Falkenberg. Og í gjárkvøldið, tá Kalmar FF vann á AIK, gjørdist greitt, at Helsingborg IF ikki verður við í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan, komandi kappingarár.

Og í morgun komu so boðini um, at fyrrverandi landsliðsstjørnan, Olof Mellberg, ikki verður venjari hjá Helsingborg komandi ár. Síðsti dysturin verður móti IFK Norrköping sunnudagin.

Mellberg hevði sáttmála við í eitt ár afturat, men samstarvið millum partarnar er nú støðgað.

- Hetta hevur verið eitt ár við mótgongd. Eg má tíverri ásanna at eg ikki havi megnað at gera nóg mikið til at halda felagnum í Allsvenskan, sigur Olof Mellberg við heimasíðuna hjá felagnum.

Komandi ár skal Helsingborg spæla í næstbestu svensku fótbóltsdeildini, sum eitur Superettan. Hóast eitt umfar er eftir í svensku kappingini, so er eisini greitt, at hitt niðurflytingarliðið verður Falkenberg FF.

Olof Mellberg kom til Helsingborg stutt fyri kappingarlok í september í fjør, tá tað eydnaðist honum at bjarga felagnum undan niðurflyting.

Føroyski landsliðsleikarin, Brandur Hendriksson, skrivaði beint fyri nýggjár í fjør ein trý ára sáttmála við Helsingborg IF.

Les eisini: Váttað: Brandur er Helsingborg-leikari

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder