Tey hava gjørt sum tey plaga, tá tað ræður um gólvið, men tað hava verið trupulleikar at fingið gólvið reint.
Tað upplýsti Ári Rouch úr Hondbóltssambandinum í Kringvarpinum fyri løtu síðani.
- Gólvið er vaskað, og onkursvegna hevur væta sníkt seg undir lýsingarnar, so tær loysna. Tað er ógvuliga óheppið. Vit royna at hava trygdina hjá leikarunum í hásæti, so hetta er ógvuliga óheppið, segði Ári Rouch.
Trupulleikarnir komu tá dysturin hevði verið í gongd í nakrar minuttir. Lýsingar á gólvinum vóru loysnaðar so mikið, at tær órógvaðu spælið, og máttu takast av.
Eisini vóru trupulleikar at fáa dystin í gongd, tí máltalvan vildi ikki, sum dómararnir vildu.
- Vit høvdu sjálvandi ynskt at tað var betri, og vit kunnu ikki annað enn at umbera fyri hetta. Man kann ongantíð taka hædd fyri øllum, tíverri, sigur Ári Roych
Seinni hálvleikur er akkurát byrjaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald