Fýra dystir í endaspælinum í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti vórðu spældir mikukvøldið.
Seks føroyskir landsliðsspælarar, umframt høvuðsvenjarin vóru íblandaði. Harvið var talan um sjey "føroyingafeløg" og tríggjar føroyingauppgerðir.
Horsens - Viborg 27-31 (17-16) - Maria Pálsdóttir Nólsoy móti Janu Mittún
Viborg var betri í 2. hálvleiki í Horsens, og harvið bar á mál hjá teimum grønu sum fingu fyrsta stigið í endaspælinum. Hetta var millum annað Janu Mittún at takka. Tað gekst ikki so væl at skjóta, sum ætla (3/7), men vandamiklig føroyski bakspælarin hevði heili átta upplegg - flest av øllum á vøllinum.
Ein annar spennandi føroyskur bakspælari gjørdi av álvara vart við seg: Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði seks mál (uppá sjey skot) og legði upp til fimm. Harvið ellivu málstig hjá Mariu, sum skiftir til København Håndbold í summar.
Ikast - Odense 37-36 (19-20) - Claus Mogsensen, venjari hjá Ikast
Claus Mogensen og Ikast fingu ein flottan sigur á Odense, sum saman við Esbjerg er gullfavorittur. Við landsliðsvenjararnum hjá Føroyum á odda vann Ikast spennandi dystin og legði seg á odda endaspælsbólkinum.
Hetta er sami bólkur, sum Horsens og Viborg eru í, og nógv bendir á, at Ikast og Odense fara víðari til hálvfinalurnar. Í ovara endaspælinum verða seks umfør spæld, áðrenn fýra av átta liðum skulu spæla DM-hálvfinalur
Ringkøbing - Aalborg 37-29 (37-29) - Rakul Wardum móti Anniku Fríðheim Petersen
Eftir nærum 15 mánaðir, var Annika Fríðheim Petersen aftur á vølli í kappingardysti fyri Aalborg. Hóast flott avrik á landsliðnum eftir barnsburð, er Annika bert sloppin at vera triðji málverji í Aalborg - millum annað tí hon skiftir felag í summar, og hinir báðir málverjarir ikki gera.
Sí eisini: Annika Fríðheim Petersen skal spæla í bestu pólsku deildini
Trupulleikin er, at bjargingarprosentini hjá Aalborg-málverjunum eru ógvuliga lág. Og tá Annika Petersen slapp inn móti endanum í Ringkøbing í gjár, var dysturin avgjørdur. Hon var á vøllinum til tvey brotskøst og síðani seinastu minuttirnar og tók eitt skot.
Ringkøbing rann avstað eftir steðgin, og Rakul Wardum hevði tríggjar bjargingar tað løtuna, sum hon spældi. Ringkøbing er tryggjað eitt ár aftruat í bestu deildini - men Rakul skal til Skanderborg at spæla eftir summarsteðgin.
![]()
Annika Fríðheim Petersen og Rakul Wardum hava verið málverjumakkarar á landsliðnum í nógv ár. Í gjár hittust tær í Ringkøbing (Mynd: Sverri Egholm)
Skanderborg - HØj 34-34 (17-14) - Súna Krossteig Hansen móti Maritu Mortensen
Skanderborg kappast við júst Aalborg at sleppa undan niðasta plássinum í niðasta endaspælinum. Hetta kann hava niðurflyting við sær.
Tí kann sigurin hjá Ringkøbing vísa seg at vera týðandi fyri Rakul Wardum. Samstundis fekk Skanderborg sítt fyrsta stig í endaspælinum, tá HØJ vitjaði. Tað endaði 34-34. Súna Krossteig Hansen og Skanderborg vóru á odda við trimum í steðginum, men heimaliðið noyddist at javna, tá sjey sekund vóru eftir fyri at fáa stig.
Súna skal spæla í Montenegro eftir summarsteðgin. Hon var lívlig í gjár við fýra málum (uppá átta skot) og heili sjey uppleggum. Marita Mortensen skiftir eisini felag í summar - ikki kunngjørt hvar enn - og hevði hoyvíkskvinnan ikki so stóran leiklut fyri HØJ í fjár.
![]()
Súna Krossteig Hansen hevði ellivu málstig í javnleiki hjá Skanderborg í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Í niðara endaspælinum skulu fýra umfør spælast, áðrenn niðasta liðið endar í play-off dystum móti næstbesta liðnum úr næstbestu deildini.
Harvið verður seinasta umfar í "Kvalifikationsspil" spælt sunnudagin 3. apríl. Tá spæla EH Aalborg (Nú: Annika Fríðheim Petersen) móti Ringkøbing Håndbold (Nú: Súna K. Hansen - næsta kappingarár Rakul Wardum). Liðini hava eitt stig hvør í niðara endaspælinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald