Í dag byrjar eitt nýtt kapittul hjá A-landsliðnum við monnum, sum saman fer undir ítøkiligu fyrireikingarnar til eina nýggja Nations League-kapping. Samstundis skulu Føroyar undir longsta landsliðsvindeygað síðani 2022, tá fýra dystir eisini vórðu spældir innan ellivu dagar í Nations League.
Í teimum fýra dystunum fingu Føroyar fýra stig - ein heimasigur á Litava og ein javnleik í Luksemborg. Hetta var eisini í deild C, sum Føroyar nú fara at gera eina roynd at spæla seg upp úr.
Tað ger nummar eitt í bólkinum, har fýra lið eru, umframt at tvey'ararnir skulu spæla móti trý'arunum úr deild D um upp- og niðurflyting.
Føroyar leggja fyri við lykladysti leygardagin 26. september, tá Kasasktan vitjar. Hetta eru liðini styrkismett ávikavist sum nummar trý og tvey í bólkinum - í fjør vunnu Føroyar venjingardyst móti júst Kasakstan.
![]()
Jóannes Bjartalíð, sum nú spælir í Kasakstan í 1-0 sigrinum hjá Føroyum í november. Liðini hittust í Kroatia - nú eru týðandi stig uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)
![]()
Her sæst Bjartalíð hálvsfevna Martin Agnarsson, eftir at síðstnevndi hevur avgjørt EM-undandystin móti
Føroyska liðið venur fyrstu ferð saman í kvøld á Tórsvølli. Leygardagin klokkan 17 klokkan 17.++ verður dysturin móti Kasakstan.
Dystarskráin:
26. september
Føroyar – Kasakstan (Tórsvøllur / kl. 17:00)
29. september
Moldova – Føroyar (Chisinau / 17:00)
2. oktober
Føroyar – Slovakia (Tórsvøllur / 19:45)
6. okt.
Kasakstan A – Føroyar A (Astana / 15:00)
Allar tíðir eru føroyskar - tvey tey seinastu umførini í bólkinum verða spæld miðskeiðis í november
Hópurin hjá A-landsliðnum til fyrstu fýra dystirnar í Nations League
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV (Ísland)
Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Vejle (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (Italia)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SV Reid (Eysturríki)
Heini Vatnsdal, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarar:
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki) *
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)
Poul Kallsberg, Hillerød (Danmark)
Áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
* Fyrstu ferð á A-landsliðnum
Av teimum, sum hava verið fast ella nógv við undir verandi toymi, eru Brandur Hendriksson Olsen, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen, René Shaki Joensen, Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson skaddir. Árni Frederiksberg er givin á landsliðnum.
Sí eisini:
- Kom eitt sindur óvæntað at Árni valdi at gevast
Landsliðsvenjarin letur upp fyri broytingum í hópinum millum dystir
Portalurin og FM1 fara at fylgja landsliðnum tætt hetta tíðarskeiðið - í Føroyum og í fjarskotnum londum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald