Farna vikuskiftið komu tær allarflestu ungdómskappingarnar at enda.
Um hugt verður eftir heiðursmerkjabýtinum og hvørji feløg hava vunnið FM, so er tað rímiliga javnt. Í ungdómsfótbólti snýr tað seg fyrst og fremst um menning - í sjey deildum hevur verið kapping um heiðursmerki.
U13 genturnar hjá FC Hoyvík FM-vinnarar (Mynd: FC Hoyvík)
Á gentusíðuni vóru tríggir ymiskir vinnarar. Áhugavert er at síggja, at FC Hoyvík fekk eitt trygt FM í hús í U13 gentum. HB vann eitt gull og fekk eitt silvur, og tað gjørdi Skála eisini (EBS/Skála í U17)
U13-dreingirnir hjá Vìkingi (Mynd: vikingur.fo)
U17-dreingirnir taptu ongan dyst í endaspælinum (Mynd: vikingur.fo)
Á dreingjasíðuni var Víkingur sterkast, og gjørdist í ár einasta felagið við tveimum FM-heitum (U13 og U17) Trý sett av silvurheiðursmerkjum endaðu í HB, og B36 og KÍ vunnu hvør sítt trygga FM-heiti - ávíkavist í U15 og U21.
Nú eru steypakapping á skránni í ymsu aldursbólkunum - finalurnar verða leiktar tíðliga í november.
U13 gentur:
1. FC Hoyvík
2. HB
3. NSÍ
U15 gentur:
1. HB
2. Skála
3. Víkingur
U18 gentur:
1. EBS/Skála
2. B36
3. KÍ
U13 dreingir:
1. Víkingur
2. HB
3. AB
U15 dreingir:
1. B36
2. HB
3. KÍ
U17 dreingir:
1. Víkingur
2. HB
3. KÍ
U21 dreingir:
1. KÍ
2. 07 Vestur
3. NSÍ/B36 *
*Eitt dystur manglar at verða leiktur/skrásettur. Um B36 ikki vinnur við trimum málum, so fær NSÍ bronsu
Kelda: fsf.fo og FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald