
KÍ spældi seg í gjárkvøldið nakað nærri einum plássi í play-off umfarinum í Conference League. Hetta er seinasta umfarið undan deildarspælið.
Har skal vinnarin av uppgerðini millum KÍ og Neman úr Belarus spæla móti spanska Rayo Vallecano.
Sí eisini stutta samanumtøku: Byrjar spakuliga at anga av tí spanska
Tað endaði 2-0 á á Tórsvølli. Tað vóru ikki so nógvir aðrir stórir málmøguleikar. Útiliðið hevði bert eitt skot á mál móti sterka KÍ-verjupartinum - í yvirtíðini kundu Jákup Biskopstø Andreasen og KÍ økt til 3-0.
Sí hesa støðurnar afturat málunum ovast ella her
René Shaki Joensen sæst her fegnast um fyrra málið hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá dystinum her
Sí eisini: Páll Klettskarð: - Eg hevði ikki vilja spælt ímóti okkara verju
--------------------------------------------------
UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Í gjár, týsdagin 5. august á Tórsvølli
KÍ - Neman Grodno 2-0 (2-0)
26' René Shaki Joensen 1-0
45 (+1)' Páll Andrasson Klettskarð (Patrik Johannesen) 2-0
Áskoðaratal: 2.280
KÍ (5-4-1(3-4-3): Sebastian John - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea, René Shaki Joensen -Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreeasen, Hallur Hansson, Patrik Johannesen og Páll Andrasson Klettskarð
Í 2. hálvleiki komu hesir inn: Daniel Johansen, Mads Boe Mikkelsen, Filip Brattbakk, Gilli Rólantsson Sørensen og Claes Phillip Kronberg
Venjari: Magnus Powell
Seinni dysturin verður spældur á uttanveltaðum vølli í Ungarn hósdagin 14. august.
Áðrenn skal KÍ spæla landskappingardyst á Summarfestivalinum. Tað er B68, ið vitjar fríggjakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald