Hondbóltur

Her sært tú steypafinalurnar í dag

Faxe Kondi steypafinalurnar eru á skránni um vikuskiftið – Ungdómsfinalurnar verða stroymdar á YouTube, og finalurnar hjá monnum og kvinnum verða at síggja í sjónvarpinum í kvøld.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-20 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Høllin á Hálsi er alt vikuskiftið karmur um Faxe Kondi steypafinalurnar. Í dag eru tíggju dystir á skránni.

Fyrsti dystur varð spældur klokkan níggju í morgun, og seinasti dystur verður mansfinalan hjá H71 og Neistanum, sum er sett at byrja klokkan 19.30.

Finalurnar hjá teimum ungu verða stroymdar á YouTube, og dystirnir hjá kvinnunum og monnunum í kvøld kunnu bæði fylgjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum og á FM1.

Skráin fyri seinnapartin er soljóðandi:

kl. 10.30 G12B: H71 c – StÍF a
kl. 11.25 D12B: H71 b – ÍA a
kl. 12.20 G10A: Neistin a – VÍF a
kl. 13.05 D10A: Team Klaksvík a – H71 a
kl. 13.50 G12A: VÍF a – H71 a
kl. 14.45 D12A: H71 a – Team Klaksvík a
kl. 17.00 Kvinnur: H71 – Neistin
kl. 19.30 Menn: H71 – Neistin

Fylg við í ungdómsfinalunum her.

Finalurnar hjá monnum og kvinnum kunnu í kvøld stroymast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder