Fótbóltur

Hervør aftur á landsliðnum

Málrevurin úr Klaksvík er tøk aftur eftir skaðasteðg, og er í dag komin inn í landsliðshópin. Umframt hana eru Eyðvør Klakstein og Valborg Østerø komnar afturat hópinum.

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2021-10-23 19:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hervør Olsen spældi sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum í Baltic Cup í juni mánaða. Stutt eftir tað varð áleyparin rakt av skaða, men nú er hon aftur vorðin dystarklár. 

Landsliðsvenjarin hevur tí sent boð eftir Hervør undan dystinum móti Ungarn týskvøldið. Hon er í dag komin inn í landsliðshópin saman við Eyðvør Klakstein og Valborg Østerø, sum eisini eru úttiknar til dystin móti Ungarn.

Dysturin hjá kvinnunum móti Ungarn er seinasti heimadysturin í hesum landsliðsárinum. Dysturin verður á Tórsvølli týskvøldið klokkan 18.


placeholder
placeholder