Fótbóltur

Hervør við til Ungarn

KÍ framherjin er nú klár aftur eftir skaðasteðg og avloysir Rúnu Jacobsen úr HB.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-04-03 17:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

A-landsliðið við kvinnum leggur í morgin leiðina til Budapest, har Ungarn tekur ímóti í seinasta útidystinum í hesari undankappingini, og ein útskifting er gjørd í hópinum. Rúna Jacobsen úr HB hevur givið avboð vegna skaða, og í hennara stað hevur landsliðsvenjarin úttikið Hervør Hansdóttir Olsen úr KÍ.

Hervør Olsen spældi sínar fyrstu A-landsdystir í Baltic Cup í fjør summar, har hon skoraði føroyska málið í 1-1 javnleikinum móti Estlandi.

[object Object](Mynd: Bjarni Enghamar)

Skaðasteðgurin hevur ikki ávirkað máltevið hjá kvika klaksvíkinginum; Hervør hevur skotið trý mál fyrstu trý umførini av landskappingini.

Dysturin millum Ungarn og Føroyar verður spældur á Szusza Ferenc Stadion í Budapest fríggjadagin 8. apríl kl. 16.30 føroyska tíð, og hann verður vístur í Kringvarpi Føroya.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder